Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  20.03.2026 - 22:28 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

(Myndarøð og dystarfrásøgn)

Nógv bóltflytarí, men nærum eingir stórir málmøguleikar, tá KÍ bara fekk javnleik við Margáir og harvið hevur fingið eina vánaliga byrjan uppá kappingina.

Tað hava verið greið tekin líka frá fyrsta venjingardysti í ár, at hetta KÍ-liðið ikki dugur væl at skapa dystir. Við undantaki av dystinum móti 07 Vestur í 1. umfari, so hevur KÍ í sjey av hinum átta dystunum skorað hægst eitt mál. Og hesin trupulleikin kom aftur greitt til sjóndar við Margáir í kvøld. EB/Streymur spældi í 5-4-1 leikskipan, og hóast EB/Streymur hevði tapt 25 dystir á rað móti KÍ, so hevur eitt úrslit verið á veg leingi, tí síðstu árini hevur KÍ ofta ikki avgjørt dystirnar móti EB/Streymi fyrr enn í yvirtíðini. Tað mundi hent aftur hesaferð, men nú fór bólturin í stongina og út, tá Árni Frederiksberg umvegis ein EB/Streym-leikara royndi seg.

 

Bóltflytarí

Gilli R. Sørensen var valdur framum Jákup N. Vilhelmsen til miðverjuna, nú Odmar Færø var skaddur. Í einum slíkum dystum við nógvum deyðbóltum kundi styrkin hjá Jákupi, sum fekk fimm málstig í fjør fyri B68, umframt eitt vinstrabein til uppspælið komið liðnum til góðar.

KÍ slapp at hava bóltin, men tað hendi einki størsta partin av tíðini. Bóltflytarí uttan nakra skapandi loysn. Í undanvindinum í fyrra hálvleiki vóru tað nærum bara langskot, sum KÍ royndi seg við.

Í seinna hálvleiki var tað EB/Streymur, sum eisini byrjaði at hótta og tvær ferðir mátti Sebastian John bjargað, harv ein stórbjarging eftir frísparksinnlegg. KÍ trýsti, hóast hugflogið manglaði, móti endanum og hevði støður, men nærri enn stongina bleiv tað ikki. Tá KÍ manglaði mál, so kundi eisini verið upplagt at skift ein Dávid Reynheim inn ístaðin fyri ein verjukendan miðvallarleikara, men annað umfar á rað spældi eingin leikari yngri enn 24 ár á KÍ-liðnum.

Tað endaði 0-0 og sostatt hevur KÍ longu sett fýra stig til og kann koma at verða fýra stig aftanfyri toppin í landsliðssteðginum. Hetta er vánaligasta byrjan hjá KÍ í stigum síðani 2019.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast