Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, váttar at avgerð er tikin um at steðga við Vikublaðnum.
– Vit hava valt at steðga fyribils við Vikublaðnum, sigur hann í stuttari viðmerking.
Vikublaðið er lýsingarblaðið hjá Miðlahúsinum, sum eisini umfatar Sosialin, og var borið ókeypis í hvørt hús í landinum hvønn mánadag.


