Ein fortreyt fyri, at næmingarnir kunnu fáa dygga undirvísing og trívast, er, at lærarin trívist og hevur tað gott í sínum starvi. Lærarin er jú grundarsteinurin í fólkaskúlanum. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.
Sum á øllum øðrum arbeiðsplássum hevur sálarliga arbeiðsumhvørvið eisini stóran týdning í fólkaskúlanum, og tí er tað at fegnast um, at kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi varð lýst fyri góðum ári síðani. Lærarafelagið hevur seinastu árini lagt nógva orku í arbeiðið at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum og skúlastjórum.
Hetta er eisini eitt øki, sum Fakfelagssamstarvið, sum Lærarafelagið er partur av, hevur raðfest. Áðrenn kunngerðin kom í fjør, var sálarligt arbeiðsumhvørvi ikki nevnt við einum orði í lóg ella kunngerð.
Sálarliga arbeiðsumhvørvið fevnir um nógv ymisk viðurskifti í skúlanum. Tað snýr seg t.d. um, hvussu arbeiðið er skipað, innihaldið av arbeiðinum, og hvussu samstarvið er millum starvsfelagarnar og millum leiðslu og lærarar.
Fólkaskúlin er eitt av týdningarmestu arbeiðsplássunum í landinum, so sjálvandi eigur sálarliga arbeiðsumhvørvið at verða tikið í álvara. Lærarastarvið er eitt gott og krevjandi starv, og krøvini og væntanir til læraran eru ikki minkað við árunum. Heldur tvørturímóti.
Tí hevur tað óivað ongantíð áður verið so týdningarmikið sum nú at seta sálarliga arbeiðisumhvørvið á breddan. Ein fortreyt fyri, at næmingarnir kunnu fáa dygga undirvísing og trívast, er, at lærarin trívist og hevur tað gott í sínum starvi. Lærarin er jú grundarsteinurin í fólkaskúlanum. Tess betri arbeiðsumstøður lærarin hevur, tess størri eru sannlíkindini at skúlagongdin hjá næmingum lukkast. Tað eigur eisini at vera líka vanligt og natúrligt at tosa um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum sum tað fysiska arbeiðsumhvørvið.
Eisini er staðfest í kanningum, at kensluligu krøvini í arbeiðinum hjá lærarum eru munandi hægri enn hjá miðal føroyska arbeiðstakaranum, og tey eru eisini hægri enn hjá øðrum starvsfólkum, sum arbeiða við menniskjum.
Avvarðandi partar eiga at taka sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum í størsta álvara. Arbeiðsgevarin eigur at lurta eftir læraranum og gera metingar og kanningar av, hvussu lærarin hevur tað. Gera vit tað og brúka úrslitini, so fara vit at fáa enn fleiri lærarar, sum hava neyðuga yvirskotið at møta næmingunum og hava tað gott á sínum arbeiðsplássi.
Tað er gott, at sálarligt arbeiðsumhvørvi nú er komið í kunngerð. Tað er eitt gott og ikki minst neyðugt stig fyri at bøta um hesi viðurskifti, men í sjálvum sær munar tað ikki nokk. Næsta stigið er at fáa vakrar orðingar til veruleika í gerandisdegnum hjá lærarum. Tað fer veruliga at gera stóran mun.