Klaksvík
15°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hann var sjálvur í myrkrinum, men í dag hjálpir hann øðrum

David Thomassen

Martin Kúrberg, sum er leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum, og leiðari á viðgerðarstovninum Frælsi, vitjar okkum í dag og greiðir frá sínum royndum við rúsevnismisnýtslu og rúsdrekka.

Hann fortelur um eina sera torføra tíð í lívinum, har hann sjálvur stríddist við misnýtslu. Hóast hann royndi at finna hjálp og fáa lívsgleðina aftur, var tað ein long og trupul leið at koma burtur úr misnýtsluni.

Í dag er Martin Kúrberg sloppin úr rúsevnismisnýtsluni, og hann brúkar sínar egnu royndir til at hjálpa øðrum, sum stríðast við somu avbjóðingum, sum hann einaferð gjørdi.

Men hóast tað ber til at koma burtur úr misnýtslu, leggur hann dent á, at tað í dag er vorðið lættari at fáa fatur á rúsevnum í Føroyum – serliga tí sølan nú eisini fer fram umvegis telefon.

“Vit mugu seta okkurt í verk fyri at finna tey, sum standa aftan fyri hesum, tí tað er so lætt at selja í dag. Hjá teimum, sum selja, snýr tað seg bara um at selja – og ikki um persónin, sum teir selja til,“ sigur Martin Kúrberg.

Hann heldur, at tað er neyðugt, at landið tekur størri ábyrgd og finnur loysnir til at fyribyrgja og minka um ein trupulleika, sum hann sjálvur einaferð var partur av.

Ynskir tú at hoyra alla samrøðuna, kanst tú lurta her: