Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiskivinnan í Norðoyggjum í trupulleikum

Jóhann Lützen

Løgmaður fekst ikki at siga, at samgongan fer at hjálpa teimum, sum nú eru í klemmu av, at søgurík skip sum Kvikk og Polarstjørnan eru løgd. At ein undanfarin fiskimálaráðharri gekk ímóti umsitingarætlanini og í 2023 valdi at lækka fiskidagatalið við 20%, varð nevnt sum ein orsøk til ringu støðuna, men løgmaður segði ikki, hvat hendan samgongan ætlar at gera fyri at rætta upp uppá tað. Ella um hon fer.

Í fjør varð Kvikk, KG 477, lagdur, og fyri ikki so mongum døgum síðani varð Polarstjørnan, KG 349, løgd. Hesi skip hava áralanga siðvenju fyri at veita livibreyð til mangar sjómannafamiljur, allarhelst serliga úr Klaksvík og Norðoyggjum. Reiðarin hevur upplýst, at partrolararnir í Klaksvík møguliga eisini eru í vanda fyri at verða lagdir. 

Norðlýsið spurdi tí løgmann, hvat hann hevur at siga til tað.

Svarið frá løgmanni var, at tað er harmiligt, og hann kom so inn á, at ætlanin við umsitingarætlanini av fyrstan tíð var, at fiskidagarnir antin hækkaðu við 5%, lækkaðu við 5%, ella stóðu í stað. Men farið varð burtur frá hesum í 2023, og fiskidagarnir lækkaðu tá 20% í einum høggi. Tað hevur ført við sær, at grundarlagið er minkað so mikið, at reiðaríini hava verið noydd at gera tað, sum sæst nú [at leggja skipini, blðm.]. Løgmaður heldur, at vit eiga at venda aftur til grundsjónarmiðini handan umsitingarætlanina við max. 5%-sveiggjum hvønn vegin. 

– ”Um vit høvdu hildið fast við tað, høvdu vit kanska ikki verið komin í hesa støðuna”, sigur hann.  

Men løgmaður segði eisini, at tey ikki hava viðgjørt í samgonguni, hvussu farast skal fram, og hann fær tí ikki sagt her og nú, um nýggir dagar fara at verða útlutaðir til raktu skipini.

Skjótast kann uppí, at ein onnur orsøk til ringu støðuna er antitrust-hámarkið. Hanus Hansen greiddi Norðlýsinum frá, at seinasta samgongan broytti reglurnar um antitrust, soleiðis at feløgini, sum hann eigur í, ikki fáa keypt fleiri rættindi – heldur ikki hóast hann persónliga bert eigur 10% í teimum. Hann vónar, at sitandi samgonga fer at hyggja uppá hetta. 

Hoyr samrøðuna við løgmann niðanfyri.