Og løglistin avdúkar, hvussu lítið virði uppskot til samtyktar hava. Hóast tað eru meira enn 2 ár síðani, at Løgtingið samtykti at heita á Landsstýrið um at koma við einum uppskoti um tað, so endaði tað kortini í rúgvuni av málum, sum duttu burtur fyri 5 mánaðum síðani, tá val varð útskrivað. Nú verður so enn ein roynd gjørd.
Tann 16. mai í 2024 varð uppskot til samtyktar samtykt á Føroya Løgtingi, har heitt varð á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, sum loyvir kommunum at seta upp vakmyndatól ”á serliga útsettum støðum í býarlívinum”, sum tað æt seg. 23 atkvøður vóru fyri og 2 ímóti, og áheitanin fór tískil til Landsstýrið. Einans Miðflokkurin atkvøddi ímóti.
Táverandi avvarðandi landsstýrismaður, Bjarni Kárason Petersen, er endurgivin fyri at siga, at hann ikki er tilhangari av at seta fleiri vakmyndatól upp. Uppskotið kom ikki fyrrenn 1½ ár seinni, og fór 9. desember 2025 í nevnd, men aftur har varð tað útsett. Løgtingisnevndir hava vanliga ein mánað, men Rættarnevndin fekk freistina longda til 18. februar, men hóast tað í gerðabókini fyri 10. februar varð skrivað, at avgjørt varð at skriva álit, hendi ikki meira. Á fundunum 17. og 24. februar stendur bara í gerðabókunum, at ”Málið varð ikki viðgjørt”, og onki álit er at finna.
Staðfestast kann tí, at hvørki avvarðandi landsstýrismaður ella avvarðandi løgtingsnevnd hava havt skund við at fáa avgreitt uppskotið til samtyktar frá mai 2024.
Men nú kemur so eitt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli. Tað er serliga miðstaðarkommunan, sum hevur eftirspurt heimildir at yvirvekja, og tað verður tí helst serliga hon, ið fer at gera nýtslu av tí. Har er tó tað eisini hent í sama drúgva millumbilinum, at val somuleiðis hevur verið til kommunurnar, og tað er ikki vist, at nýggi býráðsmeirilutin tekur undir við tí fráfarna.
Sambært løglistanum kemur lógaruppskotið fyri Løgtingið í heyst.
