Nógv umkjakaða málið um at geva útróðrarbátunum í bólki 5B eyka fiskidagar kemur fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku.
Í Løglistanum sæst, at fiskimálaráðharrin Bárður á Steig Nielsen hevur í hyggju at tilluta 5B-útróðrarbátunum 750 fiskidagar fyri fiskiárið 2026. Til tað er neyðugt við heimild úr Løgtinginum, og teirri heimildini fer landsstýrismaðurin eftir beinanvegin eftir ólavsøku, t.v.s. í næstum. Framløgur av málum eru bæði mánadagin 3., týsdagin 4. og mikudagin 5. august.
Nógv kjak hevur verið um at tilluta dagarnar, og havt hevur verið á lofti, at tað er brot á umsitingarætlanina, og at tað kann viðføra, at aðrir partar av vinnuni missa MSC-góðkenningina. MSC er eitt stempul frá Marine Stewardship Council, ið verður givið, tá fiskiskapurin er burðardyggur, t.e. ovfisking ikki fer fram, ávirkanin á umhvørvið er lítil, og strangar reglur eru um umsiting.
Umsitingarætlanin sigur, at talið av fiskidøgum ikki kann broytast við meira enn 5% hvønn vegin, t.e. antin hækka 5%, lækka 5% ella standa í stað.
Hinvegin verður víst á, at Landsstýrið longu áður hevur broytt dagatalið við meira enn 5%; eitt nú lækkaði táverandi fiskimálaráðharri talið við heili 20% í 2024.
