Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsliðið á veg til NM í gonguløgum

Ríðisamband Føroya

Frá 4. til 9. august verður NM í gonguløgum fyri íslendsk ross á Margretarhofi í Everöd í Svøríki. Valborg, Knút og trý av teirra rossum fóru avstað við Norrönu fríggjanáttina. Tey gista hjá vinfólki í Hirtshals í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur víðari til Svøríkis.

Gæðingakeppni og tølt
Knút luttekur á hestinum Kára frá Ásbrú í gæðingakeppni í B-flokki. Tað hevur fyrr gingist teimum báðum serliga væl í hesi greinini. Í 2022 gjørdust teir norðurlendskir meistarar í Álandi, meðan teir í 2024 vunnu silvur í Danmark.
Knút og hesturin Hvinur frá Árbæjarhjálegu II fara at kappast bæði í T2 og T1. Teir báðir gjørdust føroyameistarar í T2 herfyri. T2 er tøltkapping, har m.a. skal ríðast við sløkum teymum, og Hvinur hevur víst seg at roynast serliga væl í hesi grein.
Valborg og Stæll frá Skagaströnd fara somuleiðis at kappast í gæðingakeppni B, sum er fyri fjórðgongd ross, eins og tey eisini fara at kappast í T1.

Góða eydnu
Vit fara at fylgja spent við frá síðulinjuni og ynskja Valborg og Knúti allarbestu eydnu í Svøríki. Til ber at síggja úrslit á HorseDay appini, meðan eidfaxitv.is fer at senda beinleiðis frá kappingini.