Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á havsins víðu fløtu

Óli Olsen

Fyri stuttum søgdu vit frá siglingini í Fjareystri við tangaskipinum Elisabeth Mærsk. Summarið 1975 var eg í Føroyum og sigldi tá sum avloysari við strandfaraskipinum Pride – stýrimaður aðruhvørja viku og skipari aðruhvørja. 

 

Tine Tholstrup

Komin aftur til Danmarkar ivaðist eg at søkja á Polyteknisk Læreanstalt at lesa til navigatiónsskúlalærara. Hinvegin dámdi mær framvegis væl at sigla, og tá ið av tornaði, fór eg sum 1. stýrimaður við Tine Tholstrup hjá Kosan Tankers. Mynstraði umborð í Rotterdam 2. november 1975.

Vit sigldu við flótandi gassi (LPG) í evropeiskum farti, og satt at siga dámdi mær so væl umborð, at tá ið fimm mánaðir vóru farnir og mynstrast skuldi av, læt eg frætta, at eg hevði ongan skund. Sostatt kom eg at vera seks mánaðir umborð og fór av í Carrington í Bretlandi 3. mai 1976.

Polar

Umframt fleiri gasstangaskip hevði reiðarafyritøkan eisini frystifarmaskipið Polar, sum eg fór við heystið 1976. Leiðin lá úr Fredericia, har skipið hevði verið til umvælingar, til Helsingborg í Svøríki at ferma frystan makrel í eskjum.

Í Helsingborg komu Snorri og Herbein Fjalsbak umborð at vitja bróðurin Poul Erik, sum var maskinmeistari umborð. Teir báðir búðu í Danmark tá og løgdu leiðina um Oyrarsund.

Úr Svøríki varð farið til Nigeria í Vesturafrika. Um leiðin lá gjøgnum Kielerveitina ella norður um Skagen og suður gjøgnum Norðsjógvin, minnist eg ikki, men minnist afturímóti, at vit sigldu millum Kanariuoyggjarnar á ferðini suðuryvir.

Á redini úti fyri Port Harcourt í Nigeria, har ið farmurin skuldi skipast upp, lógu nógv skip og bíðaðu eftir at sleppa inn. Sjórænarar gjørdu sær dælt, so ansast mátti væl eftir teimum.

Úr Nigeria lá leiðin til Walvis Bay í Namibia (Útsynningsafrika). Teinurin tók fulla viku at sigla. Vit tóku sólina um dagin og stjørnur í lýsing og skýming. Radarin var hentur, men ta einu ferðina, vit nærkaðust Walvis Bay, var hann í ólagi.

Tríggjar fjórðingar uttan fyri havnarbýin Walvis Bay lá pólska móðurskipið Wineta og tók ímóti rossamakreli frá uppsjóvarskipum og frysti hann í eskjur. Við tjúkkum fendarum ímillum løgdu vit at Wineta og fóru at ferma makrel.

Og hetta var lagið alla útmynstringina. Fermdu makrel frá Wineta og fóru annaðhvørt til Port Harcourt í Nigeria ella Abidjan á Fílabeinsstrondini við honum. Tá ið liðugt var at ferma frá móðurskipinum, varð altíð farið inn í Walvis Bay at proviantera og taka útgerð, áðrenn leiðin lá norðuryvir aftur.

Einaferð, vit løgdu at, stóðu nakrir føroyingar á bryggjuni. Hetta vóru sandingar, sum búðu í Walvis Bay. Martin Hentze var ein teirra. Hann var eftir kríggið farin í Suðuríshavið at skjóta hval við norðmonnum, og eftir vertstíðina var hann eftir sum vaktarmaður, nú nógvir hvalabátar lógu í Walvis Bay til komandi vertstíð. Sum skilst, fann hann sær konu har suðuri og varð verandi.

Sandingarnir komu umborð, og vit høvdu eina sera hugnaliga løtu saman. Teir bjóðaðu mær í land, men tað bar mær tíverri ikki til. Hetta hevur óivað verið tíðliga í 1977. Seinni sama árið frættist, at Martin var deyður.

Matrósar og motormenn á Polar vóru spaniólar. Einaferð, vit lógu í Port Harcourt, datt motormaður niður gjøgnum leytaran í masikinrúminum og breyt seg sundur. Eg fór við á sjúkrahús, og sum eg siti og bíði eitt langt og annað breitt, kemur ein fitt sjúkrasystir at spyrja, hvat vit høvdu í lastini. Eg svaraði frystan makrel í eskjum. Um hon ikki kundi fáa eina eskju. Eg svaraði, at við hesum lá ikki so væl fyri.

Loksins kom bilførarin hjá agentinum á sjúkrahúsið at siga, at skipið var forhálað til Bonny Island, nú lossingarmenn høvdu lagt arbeiðið niður. Sama kvøldið bjóðaði agenturin mær á fínan náttklubba. Vit vóru trý: agenturin, dama hansara og eg. Hann segði, at tey vóru trúlovað og skuldu giftast. Hann segði eisini, at heima hevði hann tvær konur umframt.

Eg gisti á hotelli og fór dagin eftir við spitbáti oman eftir Bonny River til Bonny Island, har skipið lá fyri teymi. Motormaðurin fekk so mikið stóran skaða av fallinum, at hann kom ikki umborð aftur.

Myndin sýnir frystifarmaskipið Polar leggja at pólska móðurskipinum Wineta úti fyri Walvis Bay í Namibia. 

S.G. Tholstrup og Pernille Tholstrup

Á sumri 1977 mynstraði eg við S.G. Tholstrup. Vit sigldu, eins og við Tine Tholstrup, við flótandi gassi. Ein dagin, eg komi á brúnna at loysa yvirstýrimannin av, hoyrist BBC tosa so óført um Elvis Presley. Spyrji, hvat er á vási. ”Elvis Presley er død!” svarar yvirstýrimaðurin. Hetta var sum kunnigt 16. august 1977.

Eitt skifti sigldu vit upp á stóra svenska vatnið, Vänern. Fermdu gass í Danmark ella Stóra Bretlandi og sigldu upp eftir Göta älv til Vänersborg og haðani til Kristinehamn at skipa upp. Siglingin á Vänern tók seks tímar við fullari ferð. Kona mín, ið var umborð eina tíð, dámdi væl at sigla upp eftir Göta älv við náttúruvakra umhvørvi sínum. Eg mynstraði av í Amsterdam til jóla 1977.

Seinasta skipið, eg sigldi við, var Pernille Tholstrup. Regin Sørensen, floksfelagi á Føroya sjómansskúla (Vinnuháskúlanum), var yvirstýrimaður. Vit sigldu eitt nú upp á Portugal við LPG (Liquefied Petroleum Gas). Mynstraði umborð í Rotterdam seint á sumri 1978 og fór í land í Fredericia 21. januar 1979.