Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Legudagar heldur enn fiskidagar

Rúni Hentze

Tey flestu eru helst samd um, at tað ikki gevur meining at útluta fleiri fiskidagar til bólk 5, hvørja ferð dagarnir eru uppi.

Galdandi skipan hjá bólki 5 við felags fiskidøgum ger, at fiskiskapurin verður meir ella minni olympiskur. Hetta førir við sær, at dagarnir verða ódrúgvari enn neyðugt og kanska ikki nóg skilagott brúktir.

Ein skipan við legudøgum heldur enn fiskidøgum í bólki 5 hevði verið nógv greiðari og einfaldari bæði at umsita og at planleggja fiskiskapin. Hetta kundi verið gjørt við at bannað útróðri sunnu- og halgidagar. Haraftrat kundi landsstýrismaðurin fingið heimild at bannað fiskiskapi ávís tíðarskeið í árinum t.d. á hásumri, í páskavikuni og um jóltíðir. Somuleiðis eigur bólkurin at verða reguleraður við avmarking av fiskiloyvum, soleiðis at nýggj fiskiloyvi ikki poppa um í heilum. Hóskandi kundi verið sum útgangsstøði, at bundið fyri við teimum loyvum, sum eru virkin í dag.

Verður henda skipan sett í verk, er ikki neyðugt at býta bólkin upp í a- og b-loyvir. Tá kunnu allir bátarnir vera í einum og sama bólki.

Veiðibann halgidagar saman við náttúrligari avmarking av veðri og streymi er hóskandi og einføld skipan fyri bólk 5.

Útróður verður í dag mettur sum mentannararvur. Tað hoyrir við til hesa mentan, at ikki var róð út halgidagar, hvørki her heima ella tá róð varð út í Grønlandi. Hesin siður hevur verið lógarfestur og hildin líka upp til okkara dagar.

Ein slík skipan hevði verið góð fyri bólk 5 og hevði kunnað forsvarast úteftir.

Rúni Hentze