800 frí er síðsta greinin, sum verður svomin fyrrapartin.
35 svimjarar luttaka í 4 riðlum. 19 ára gamli Johannes Liebmann hevur bestu tilmeldingartíð 7.37,94.
Spennandi verður at síggja hann, men ikki minst okkara egnu.
Heini svimur í fyrsta riðli á geil 3 og Líggjas liggur á geil 1 í riðli 2.
Stroymast kann ókeypis á: eurovision sport – appin kann eisini takast niður.
Kappingin byrjar kl. 8.30 okkara tíð.
