Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj klinisk genetisk sergrein á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Jóhann Lützen

Klaksvíkar Sjúkrahús tekur nú eitt nýtt og spennandi stig innan føroyska heilsuverkið. Á Rannsóknarstovuni er ein nýggj sergrein, kliniskt genetiskt, ment, sum fer at arbeiða við genetiskum kanningum av nýføðingum í Føroyum.

Nýggja kanningarstovan er ment í tøttum samstarvi við Heilsustýrið, fakfólki á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at gera genetiskar kanningar í Føroyum og samstundis byggja upp nýggja vitan og førleikar innan eitt øki, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar sjúklingaviðgerð og fyribyrging.

Talan er um eitt slóðbrótandi stig fyri Sjúkrahúsverkið, tí við nýggju sergreinini verður eitt nýtt fakøki ment innan heilsuverkið.

Sum liður í hesi menning hevur Klaksvíkar Sjúkrahús sett Annettu Eidesgaard í verkætlanarstarv sum fyrsta kliniska akademikara í Sjúkrahúsverkinum. Annetta hevur fleiri ára royndir frá Ríkissjúkrahúsinum og kemur við sterkum fakligum førleika, sum verður ein týðandi partur av arbeiðinum at menna nýggja kliniskt genetiska virksemið í Sjúkrahúsverkinum.

Við nýggju sergreinini og nýggja kliniska starvinum verður sostatt lagt eitt nýtt grundarlag undir genetiska gransking og kanningar í føroyska heilsuverkinum – eitt øki, sum kann fáa stóran týdning fyri bæði sjúklingar og heilsuverkið í framtíðini