NS skattaveiða
Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fía Selma spyr um tvey trol

Jóhann Lützen

Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, vil hava at vita, hví føroyskir trolbátar ikki sleppa at fiska við tveimum trolum undir Føroyum.

Í skrivligum fyrispurningi til Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, spyr hon, hvørjar búskaparligar og effektiviserandi ávirkanir tað hevði havt, um loyvt varð at fiska við tveimum trolum.

Hon spyr eisini um ávirkanina á umhvørvið og fiskastovnarnar, serliga djúpvatnsfisk á ytru leið, og um fiskiskapurin hevði verið burðardyggur.

Fía Selma vísir á, at nærum allir nýggir trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum, men at føroysku skipini ikki fáa brúkt møguleikan undir Føroyum. Hon vísir samstundis á, at grannalondini loyva hesum.

Hon spyr tí eisini beinleiðis, um landsstýrið ætlar at gera nakað við møguleikan at fiska við tveimum trolum.

Sí spurningin her.

NS skattaveiða