Ein av elstu bátunum í Klaksvík hevur fingið serliga viðurkenning. Tjóðsavnið hevur nú góðkent motorbátin Norðan KG 334 sum mentanarsøguligt skip — ein av heilt fáum bátum í Føroyum, ið hava fingið hesa góðkenning.
Báturin, sum varð smíðaður í 1919, er ein av teimum seinastu eftirverandi træbátunum úr »gullárunum« í føroyskum bátasmíði, og hann siglir enn í dag, 107 ár eftir at hann varð smíðaður.
Grunnurin Norðan KG 334 søkti í vár Tjóðsavnið um átekning eftir Løgtingslóg nr. 14 frá 2013 um mentanarsøgulig skip. Ein skipskønur og fólk frá Tjóðsavninum vitjaðu og skoðaðu bátin, og 17. august fekk Grunnurin Norðan góðkenningina.
Í metingini verður staðfest, at Norðan er »eitt umboðandi skip« fyri hetta skipaslagið, við stórum upplivingar- og námsfrøðiligum virði og í stóran mun við upprunaligum skapi.
Handverk úr Havn
Norðan varð bygdur av Elias Johansen, vanliga nevndur Lias í Rættará, ein av fremstu bátasmiðum landsins. Hann var kendur fyri handverk sítt og fyri nýhugsanina at byggja slættbygt heldur enn súðubygt, sum vanligt var áður. Bátar hansara vóru brúktir til útróður kring allar Føroyar, og nógvir vóru seldir til Íslands. Norðan varð smíðaður bert seks ár, áðrenn Elias andaðist, og er tí eitt av seinastu verkunum úr hond hansara.
Í tey meira enn hundrað árini, sum síðani eru gingin, hevur báturin verið á nógvum hondum. Fyrst kallaðist hann Norden, og navnabroytingin til Norðan varð helst framd í sambandi við, at hann varð umbygdur á beding í Klaksvík í 1942. Síðani hava ymisk í Klaksvík, á Viðareiði og aðrastaðni átt bátin, herundir Norðoy-ættin. Grímur Lassen førdi Norðan seinastu tíðina, áðrenn Grunnurin Norðan yvirtók hann.
Livir í list og á sjónum
Norðan er ikki bara varðveittur sum bátur. Hann er eisini vælkent myndevni hjá listamanninum Amariel Norðoy, sum hevði bátin á flestøllum málningum og tekningum.
Við átekningini fylgir, at ein verndarætlan verður gjørd fyri bátin, so hann kann varðveitast fyri komandi ættarlið.
Síðani Grunnurin varð settur á stovn í 2019, hevur verið arbeitt miðvíst við at varðveita Norðan.
Norðan KG 334 verður við á Føroya Sjómannadegi leygardagin, har høvi verður at fara umborð.









