Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Reportasja frá køkukappingini á Sjómannadegnum 2026

Sylvia Thomsen

Ársins føroyameistarar í køkubaking 2026 gjørdust Turið Waag Høgnesen, Rúna Jógvansdóttir Hansen og Eliana Svøðstein

Føroyameistarakapping í køkubaking er fastur táttur á Føroya Sjómannadegi. Kappingin er ætlað fyri amatørar og kappingin hevur fingið góða undirtøku tey flestu árini.

Tað er ikki ov nógv sagt, at mentanin í Føroyum er, at eitt føðingardagsborð er á tremor við mongum vælsmakkandi køkum. Uppskriftin til eina nýggja køku ferðast heilt skjótt til kenningar. Oftast eru tað kvinnurnar, ið standa fyri slíkum føðingardagsborðum. Men søguliga eru tað ikki bara føroyskar kvinnur, ið hava dugað handverkið. Tað er nevnliga eisini av stórum týdningi, at kokkar umborð á skipum duga at baka eina góða køku til manningina. At kappast um at gera bestu køkuna hóskar tí sera væl til ímillum allar kappingarnar á Føroya Sjómannadegi.

Tað komu ellivu køkur inn til køkukappingina í ár.  

Tað tók dómarunum tveir tímar at døma hesar ellivu køkurnar. Allar skulu skoðast frá øllum endum og kantum, og síðani skulu tær smakkast. Reglan er, at ein kaka ikki kann vinna í fleiri kategorium. Tað er ikki lætt at døma, tá tað ofta er sera tætt ímillum góðu køkurnar, umframt at summar útmerka seg í fleiri kategorium.

Kreativastu køkuna gjørdi Eliana Svøðstein.

Eliana hevur luttikið á flest øllum kakukappingum á árliga Sjómannadegnum í mong ár eftir hondini. Eliana hevur vinnið í bæði kreativiteti og í teknikki, og hesaferð útmerkaði hon seg eisini í báðum hesum kategoriium. Kakan sá ikki út, sum ein kaka, men sá út sum ein portión av Fish&Chips. Fiskasløkini hevði hon evnað úr “baked cheescake” við sitrónsmakki, sum vóru raspað við Ingiferkeks. Chips’ini vóru evnað úr formakaku, sum síðani vóru brasað á pannu við smør. Eliana legði seg eftir at fáa tallerkin at minna um tað, sum JFK borðreiðir við, og tí var eitt grønt ertramos og ein tartar-sós aftur við. Tað er eingin ivi um, at hetta sá sera realittiskt út. Øll sum sóu hesa “køkuna” høvdu ilt við at trúgva, at hetta veruliga var ein kaka.

Tá eg setti hesa køkuna fyri dómarunum at smakka, so var fyrsta reaktiónin “Hvat heitasta….?? Waw hetta er cool!” Dómarnir hildu enntá, at tað sá út sum fiskur innaní eisini. “Altso, hetta er hyper well!” hoyrdi eg eisini, og fleiri tílíkir setningar komu aftrat. Her var bæði teknikkur og kreativitetur í hásæti, men niðurstøðan var, at millum allar hinar, so var hetta mest kreativa køkan.

Besta teknikkin hevði Rúna Jógvansdóttir Hansen

Tá tað kemur til teknikk, so snýr tað seg um, hvussu flott, rætt og neyvt kakan er evnað. Hetta ger seg galdandi bæði inni í kakuni, og uttaná. Eitt flott “snit” var eisini tað, ið beinanveg varð nevnt, tá dómarnir skóru eitt stykkið av kakuni. Uttasta lagið var eitt moussé við Rosemarine, og hevði hetta ein sera skarpan kant, sum var tekniskt væl útførdur. Innaní hevði køkan ein ljósan botn, síðani  eitt lag við pistasju praliné, so eitt lag við Havtorn/aprikos-curd og síðani eitt lag við havtorn/aprikos confit. Uttaná moussé’ið við rosemarine var kakan pyntað vakurt við tilfari, sum gevur eitt prei um smakkupplivilsið.

“Sera góður teknikkur, góður konsistensur og hendan kennir sera væl til smakkir og samanseting” søgdu dómarnir millum annað.

Rúna hevur eisini luttikið í fleiri undanfarnum køkukappingum á Sjómannadegnum og hevur áður vunnið í teknikki og í smakki.

Besta smakkin átti Turið Waag Høgnesen.

Tað fyrsta ið dómarnir søgdu um hesa kakuna var, at hon er sera flott og kundi saktans vunnið fyri útsjónd. Kakan var yvirtrekt við glaze, sum er ein ávísur teknikkur, sum eisini krevur sítt. Tá byrjað var at smakka hildu dómarnir seg fyrst smakka appelsin og fersken, men skjótt komu teir inn á beina kós og gittu, sum rætt var, at talan var um passión og mango. Hetta var 9. kakan, ið skuldi smakkast, so smakksansirnir eru íso nógv stimuleraðir. At vera kaka nummar níggju og framvegis vinna fyri besta smakk er tí ein bedrift í sær sjálvum.

Hendan kakan kundi sostatt saktans vunnið í øllum trimum kategoriium, men eingin ivi var um, at hetta var kakan, sum framum allar hinar smakkaði best.

Tær kakurnar, sum ikki vunnu vóru tó bæði vakrar og vælsmakkandi. 12 ára gamla Kezia Sørensen luttók við eini kaku, har hon við gulli hevði mynda føroyar omaná blátt-litaðan róma. Sera væl frágingið av eini so ungari gentu, og tað er so sera stuttligt, tá børn luttaka.

Fýra vinkonur, Silja, Vón, Anna og Andrea, høvdu sligið seg saman um at gera eina køku. Soleiðis ber eisini til at luttaka saman, og býta uppgávurnar ímillum sín, alt eftir hvat ein dugir best.

Eisini luttók 2.flokkur í SnjalluBjallu við eini stórari kaku, sum ímyndaði ein fisk. Útsjóndin av kakuni fekk tankarnar hjá dómarunum at flúgva. Í nakrar minuttir fór prátið at snúgva seg um eina bók við einum fiski á permuni. Google mátti í sving. Jú, Das GroSe Reinbogen var tað! Og jú, tað var ikki ringt at síggja, hví hesin kakufiskurin fekk reminisensin hjá dómarunum í gongd. (Bókin er eisini umsett til føroyskt og eitur Ælabogafiskurin, men tað er altso perman á tí týsku útgávuni, sum tað heila snúði seg um.).

Ein onnur kaka, sum eisini fekk eyka uppmerksemi, var kakan hjá Sonju Purkhús. Orsøkin var, at hendan kakan var í tveimum satsum, og tað er altíð eitt sindur eyka imponerandi, ein “show stopper”, sum tikið var til. Og tað heilt serliga akkurát her, var at kakan stóð væl og stinn, hóast eingin forstyrkningur var ímillum satsirnar. Tað er ikki so vanligt og krevur eitt sindur av kunnleika um hvat ein kaka kann halda til av vekt. Hetta var sera djarvt, hildu dómarnir.

Føroya Sjómannadagur takkar fyri góða undirtøku í køkukappingini. Køkukapping verður aftur komandi ár og gleða vit okkum til at síggja nógvar og flottar køkur í 2027.