Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin á Trøðni: Góðvilji eigur ikki at avgera umstøðurnar hjá børnunum

Tíðindaskriv

Skúlin á Trøðni hevur seinastu árini fingið fleiri gávur til amboð, útgerð og spælipláss. Tað er gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra.

Í vikuni frættist, at Javni hevur latið Skúlanum á Trøðni amboð og leikur fyri 100.000 krónur við stuðli frá einum donskum grunni. Áður hevur millum annað Skótahjálpin latið 65.000 krónur til uttandura spælipláss.

– Tað er bæði flott og gleðiligt, at felagsskapir vilja rætta Skúlanum á Trøðni eina hjálpandi hond. Men vit mugu eisini spyrja, hví tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan, sum ger hann føran fyri at geva børnunum bestu fortreytirnar fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, og landið hevur fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Har ganga í dag 71 børn, og skúlin hýsir eisini frítíðartilboði. Hetta setir stór krøv til bæði starvsfólk, høli, amboð og útgerð.

– Vit hava eitt vælferðarsamfelag, har grundleggjandi meginreglan er, at tað almenna tryggjar øllum børnum góða og ókeypis skúlagongd. Tað eigur sjálvandi eisini at vera galdandi fyri børnini á Skúlanum á Trøðni, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein munnligan fyrispurning. Hon spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til amboð og útgerð hjá Skúlanum á Trøðni.
Tíðindaskriv

Skúlin á Trøðni: Góðvilji eigur ikki at avgera umstøðurnar hjá børnunum

Skúlin á Trøðni hevur seinastu árini fingið fleiri gávur til amboð, útgerð og spælipláss. Tað er gleðiligt, at felagsskapir vilja…

MentanMyndarøð

Reportasja frá køkukappingini á Sjómannadegnum 2026

Ársins føroyameistarar í køkubaking 2026 gjørdust Turið Waag Høgnesen, Rúna Jógvansdóttir Hansen og Eliana Svøðstein Føroyameistarakapping í køkubaking er fastur…

ÍtrotturLeiðarin

Riga – ein býur við søgu, stríði og fótbólti

KÍ fer hósdagin á eina ferð, sum er nógv meira enn ein fótbóltsdystur. Í Riga bíðar ein av teimum søguligu…

Ítrottur

Neptun trimmar til svimjiárið 2026/27

Svimjifelagið Neptun í Runavíkar kommunu hevur lagt til brots við venjingum í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni.  Tað hevur eydnast felagnum at fáa ein sera virknan hóp av hjálparfólkum og eina virkna nevd, og hava hesi havt eitt greitt felags mál.Til at fáa íblástur uttanífrá, og fyri at lyfta felagið, hevur svimjinevdin saman við formanninum í vikuni gjørt avtalu viðSanne Skov um at verða partur av menningini hjá svimjifelagnum Neptun. Sanne er útbúgvin faklærari í ítrótti, og hevur verið meginvenjari og mennari í svimjiskúla í fleiri enn 30 ár.Í dag er hon høvuðsvenjari í svimjifelagnum í Gladsaxe. Sanne Skov hevur eisini verið svimjilærari hjá Danska Svimjisambandinum í nærum eina fjórðingsøld. Neptun og Sanne hava funnið ein leist sum samstarvast…