Amarant
Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dreingjasíðan hjá KÍ komin fyri seg í úrslitum

Jákup Ósá

Í úrslitum og U-landsliðsleikarum tykist ganga rætta vegin.

Meðan KÍ í nógv ár hevur havt eina sterka gentusíðu í ungdómsdeildini, so hevur staðið verri til á dreingjasíðuni. Eitt beinleiðis úrslit av hesum hevur verið, at eingin lokalur leikari er komin á besta liðið sum fastur leikari hjá KÍ síðani 2017. KÍ hevur annars søguliga havt tiðarskeið við sterkari dreingjasíðu í ungdómsdeildini. Í gjár vann KÍ sítt fyrsta gull-heiðursmerki á dreingjasíðuni síðani 2021, tá dreingirnir hjá venjaratoyminum Jóan Paula Jacobsen, Niels Juel Arge, Jóannes Jakobsen, John Havn og Fróða Jensen vunnu steypakappingina hjá U13.

Í dag vann U18-liðið hjá KÍ 3-0 á HB, og tað merkir, at KÍ er í harðari kapping við oddaliðið Víking um at vinna FM. Víkingur er tvey stig frammanfyri. Ímun til veruliga støðuna við framtíðarleikarum skulu tó fleiri umstøður havast í huga. Hjá t.d. HB spæla nógvir av teimum bestu leikarunum ikki við U18, men heldur við 1.deild.

U15-liðið hjá KÍ kappast um fýra tey fremstu plássini. KÍ liggur nummar fýra, men hevur spælt ein og tveir dystir færri enn tey trý liðini frammanfyri sum eru Víkingur, HB og B36.

U13-liðið hjá KÍ vann í gjár steypakappingina eftir 2-1 sigur á B36. Lukas Jensson Joensen og Rókur Vágstún skoraðu málini hjá KÍ. Dagsins leikari bleiv valdur KÍ-liðskiparin Jóas Kjartansson Hansen.

Hyggja vit eftir síðstu landsliðsúttøkum í 2026, so hevur KÍ havt:

U19: 2

U17: 4

U15: 3

Tískil eru úrslit og tal av landsliðsleikarum á góðari leið, tí fólkagrundarlagið hjá KÍ er kanska tað triðstørsta aftaná HB og B36. Nú má málið verða at megna at framleiða leikarar, sum klára skiftið til besta liðið. Tað verður ein longri tilgongd, tí KÍ hevur einki lið havt í 1.deild í ár. Men har stendur eitt spennandi 2027 fyri framman, tí í vikuskiftinum tryggjaði 2.deild hjá KÍ sær uppflyting og tí spælir KÍ aftur í 1.deild í 2027. Hyggur KÍ til grannarnar Víking, so er tað gjøgnum 1.deild (við minst 40 dystum í 1.deild) við nógvari venjing og góðum úrslitum, at mongu ungu lokalu leikararnir gera seg klárar til besta liðið. Tveir av klaksvíkingunum á A-landsliðnum nú, Jóannes K. Danielsen (57 dystir í 1.deild) og Jóannes Bjartalíð (53 dystir í 1.deild) gjørdu tað sama fyri 10-15 árum síðani.

Amarant