Í dag byrjar Samskip regluliga farmasigling millum Føroyar og Skotland. Siglt verður tvær ferðir um vikuna úr Runavík um Vág til Scrabster.
FarCargo, flutningsfelagið hjá Bakkafrost, og Samskip hava gjørt eina langtíðaravtalu um flutning á leiðini. Føroyskur laksur verður ein týðandi partur av farminum, men leiðin verður eisini opin fyri aðrar kundar.
Nýggja sambandið gevur føroyskum fyritøkum skjótari atgongd til bretska marknaðin. Samstundis kann tað minka um mongdina av tungum farmi, sum í dag verður fluttur við Smyrli.
Fyrsta skipið kemur á Vág um midnáttarleitið. Hesa ferð verður tað Silver Pearl, meðan ætlanin er, at MV Silver Arctic skal røkja regluligu siglingina. Kelda: Vágs kommuna
