USA fer alt fyri eitt undir at fyrireika tvær stórar herstøðir í Grønlandi. Tað upplýsir Donald Trump, forseti, í sambandi við nýggju avtaluna millum USA og Danmark.
– Vit seta alt fyri eitt gongd á eina tilgongd, har vit skulu byggja tvær stórar herstøðir, sigur Trump á talarastólinum í ST høvuðsborgini í New York júst nú
Nýggju herstøðirnar eru enn eitt tekin um, at USA raðfestir verjuna av Grønlandi og Arktis munandi hægri. Tað hevur eisini týdning fyri Føroyar, sum liggja mitt í strategiska økinum millum Norðuramerika, Evropa og Arktis.
