Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Keisarin er nakin – Trump fekk sín vilja í Grønlandi

Jóhann Lützen

Donald Trump legði hart út. Hann tosaði um at fáa ræði á Grønlandi og legði eitt øgiligt trýst á bæði Danmark og Grønland. Úrslitið er ein sáttmáli, sum gevur USA tað mesta av tí strategiska, amerikanski forsetin vildi hava.

Hetta er Trump-doktrinin í verki: The Art of the Deal.

Fyrst verður sett fram eitt krav, sum tykist óhugsandi. Síðani verður trýstið hildið uppi, til mótparturin góðtekur eina avtalu, sum áður hevði verið mett sum alt ov víðfevnd.

USA hevur ikki keypt Grønland. Men tá tað snýr seg um hernaðarligt ræði, atgongd og framtíðar útbygging, hevur Trump fingið sín vilja.

USA fær loyvi at stovna nýggj verjuøki við Narsarsuaq og Mestersvig og kann nútímansgera og víðka virksemið á Pituffik Space Base. Avtalan letur eisini upp fyri enn fleiri amerikonskum verjuøkjum í Grønlandi.

Amerikonsk flogfør fáa rætt til at flúgva yvir og lenda í øllum Grønlandi. Amerikonsk skip, hernaðardeildir og akfør fáa víðfevnda atgongd til landøkið, loftrúmið og territorialfarvatnið. Samstundis skulu Kina, Russland og onnur lond uttan fyri NATO- og ES-samstarvið haldast burtur frá viðbreknum grønlendskum vinnugreinum og kritiskum undirstøðukervi.

Og avtalan hevur onga lokadagfesting.

Danmark stendur nakið

Sáttmálin avdúkar samstundis, hvussu lítið Danmark í veruleikanum megnar uttan USA, tá trygdin í Arktis skal verjast.

Danmark varðveitir formliga fullveldið, men USA fær ta hernaðarligu atgongdina og ta strategisku støðuna, sum hevur veruligan týdning. Danmark stendur eftir sum keisarin uttan klæði: við ábyrgdini og flagginum, men uttan styrkina til sjálvt at verja tað risastóra arktiska økið.

Trump fekk ikki Grønland á pappírinum. Hann fekk nakað, sum er meira brúkiligt: varandi hernaðarliga atgongd og møguleikan at byggja amerikonsku støðuna út eftir tørvi.

Grønland er ikki donsk ogn

Sáttmálin staðfestir eisini, at grønlendingar eru eitt fólk sambært fólkarættinum og hava rætt til sjálvsavgerð.

Hetta er ein avgerandi orðing. Grønland verður ikki lýst sum ein donsk ogn, men sum eitt fólk við egnum rætti at avgera sína framtíð.

Verður Grønland sjálvstøðugt, skal nýggja grønlendska ríkið sambært avtaluni yvirtaka skyldurnar í sáttmálanum og halda fram í NATO. USA tryggjar sær sostatt sína støðu, eisini um ríkisfelagsskapurin dettur sundur.

Ein greiður boðskapur til Føroyar

Fyri Føroyar er læran eyðsýnd.

Tað eru ikki bara Danmark og ríkisfelagsskapurin, sum geva Føroyum strategiskt virði. Tað er okkara egna staðseting mitt í Norðuratlantshavi, millum Norðuramerika, Bretland, Skandinavia, Ísland og Arktis.

Tá Grønland verður viðurkent sum eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti og situr við borðið saman við Danmark og USA, eigur tað eisini at fáa føroyingar at seta spurningin: Hví skulu Føroyar framvegis lata Danmark tosa okkara vegna í stórpolitiskum málum?

Grønlendska avtalan broytir ikki sjálvvirkandi føroysku ríkisrættarligu støðuna. Men hon vísir, at smá norðuratlantisk lond hava stórt virði, tá tey sjálv kenna sína støðu og krevja at verða við borðið.

Føroyar eiga tí ikki at standa uttanfyri og hyggja at. Okkara loftrúm, sjóøki, havnir, samskifti og staðseting hava stóran trygdarpolitiskan týdning. Tað virðið eigur at verða umsitið av Føroyum – við føroyskum avgerðum og føroyskum ágóðum.

Trump legði trýst á Danmark og fekk eina avtalu, sum tryggjar USA strategiska ræðið. Danmark varð sitandi við formliga fullveldinum, men keisarin stendur nakin.

Spurningurin er nú, um Føroyar síggja tað – og duga at brúka sína egnu støðu.

Les meira: Verjuavtalan millum stjórnina í Kongaríkinum Danmark saman við Naalakkersuisut og stjórnina í Sambandsríkinum Amerika, undirskrivað í New York 22. september 2026.