Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tøknirisar við borðið, tá Trump heiðraði Xi

Jóhann Lützen

Donald Trump beyð hóskvøldið kinesiska forsetanum Xi Jinping til stórfingnan ríkisdøgurða í Hvítu húsunum.

Millum gestirnar vóru Elon Musk, Tim Cook, Jensen Huang, Jeff Bezos og Sam Altman. At so nógvir leiðarar úr tøknivinnuni vóru við, vísir, hvussu stóran leiklut handil og vitlíki hava í sambandi landanna millum.

Mótmælisfólk vóru savnað uttan fyri Hvítu húsini, meðan Trump og forsetafrúan Melania tóku ímóti Xi og konu hansara, Peng Liyuan.