Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávur Winther 70 ár

Jóhann Lützen

Hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum, Dávur!

Tá Dávur fylti 60 ár, skrivaði Frits Johannesen um dreingin, sum vaks upp í Doktaragarðinum í Fuglafirði. Frits lýsti ein mann, ið ongantíð hevur gloymt sín uppruna, og sum „hevur lyft og lætt, har hann hevur verið“.

Í 1987 fór Dávur til arbeiðis hjá Klaksvíkar kommunu sum byggifultrúi. Seinni tók hann sær av bæði tekniskum málum og mentanar- og sosialmálum, áðrenn hann gjørdist mentanarleiðari burturav. Mentanarlívið í býnum hevur notið gott av hansara alski til listina og hansara óvanliga arbeiðssemi.

Í eini aðrari kvøðu varð Dávur lýstur sum eitt „arbeiðsgrev“. Tað er væl sagt. Hann fær hugskot, savnar fólk og setur ting í verk. Torradagarnir eru eitt gott dømi: Eitt tiltak, sum Dávur tók stig til, og sum hevur givið søgu og mentan í Klaksvík nýtt lív.

Dávur hevur lagt eina ómetaliga orku í at fáa mentanarhúsið Varpið upp at standa. Uttan hansara áræði og áhaldandi arbeiði hevði Varpið ikki verið tað stórbæra mentanarhúsið, vit hava í dag.

Vit á Norðlýsinum hava mangan notið gott av hansara greinum og myndum. Fekk hann okkum ikki at skriva nóg mikið um Torradagarnar og onnur mentanarfyribrigdi, so skrivaði hann tað bara sjálvur. Tað er eisini Dávur.

Takk fyri títt ídni fyri mentanini, Norðlýsinum og Klaksvík. Vit ynskja tær ein góðan 70 ára føðingardag og nógv góð ár afturat.

Hjartaliga tillukku frá okkum á Norðlýsinum!