Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi lutakast hjá Føroyum

Kristian Joensen

Í samband við “opening ceromony” til EM í dart í dag var lutakastið til liðkappingina. Tað er soleiðis til eitt endaspæl, at tá alt endar, verður liðkappingin, tvímansleikurin, og einmansleikurin lagdur saman, og tað landi sum hevur flest stig, vinnur EM. Liðkappoingin telur meir enn hini, síðani tvímansleikurin, og síðani einmansleikurin. Tó so, so vilja leikarnir til eina og hvørja tíð gera tað gott øllum kappingunum.

Lutakasti hjá monnum

Mennirnir vóru í triða seedingalagið og trektu teir ein av favorittunum, sum England altíð er, síðani komu Rumenia, Estland. Nú var spenningur í luftini, tí nakrir bólkar skuldu hava 5 lið, og nakrir 4 lið. Eitt av liðunum í seinasta seedingslagið ynksti man sær ikki, og tað var júst tað, sum komi bólkin hjá Føroyum, Turkaland. Tvey tey bestu koma víðarii hvørjum bólki. Føroyar ið er manna av Jan McIntosh – Una Árting – Jan Erik Fjallstein og Petur Thomsen hava heilt sikkurt ein møguelika at koma víðari, men tað krevur at allir raka dagin

Kvinnurnar trektu Danmark

Hjá kvinnunum vóru Føroyar í forða seedingslag, har trektu tær Spania úr fyrsta, síðani Danmark og Rumenia, aðrenn tær eisini fingu eitt eyka land í sín bólk, tá Slovenia var trekt. Føroysku kvinnurnar hava aður spælti móti baði Danmark og Rumenia, og kanska serliga Rumenia hava tær spælt fult upp ímóti. Danmark er eitt spennandi lutakast, tá tað er ein dystur í móti stórabeiggja í ríkisfelagskapinum. Spania er fremst seedað, og er væntandi vinnari av bólkinum, ímeðan Slovenia er eitt óskriva blað. Eisini her koma 2 lond víðari, og á einum góðum degi kann alt henda. Tær ið manna kvinnulandsliði eru Beinta Joensen – Theresa Enghamar – Nadja Tróndardóttir og Jóna Miðalberg.

Allir dystirnir kunnu fylgjast umvegis dartconnect.com og einstakir á youtube síðuni hjá WDF . Byrja verður kl 14 mikudagin