Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá Stjørnan og Neistin brustu saman í KÍ-høllini í kvøld. Eftir hálvleiksstøðuna 14-11 til Neistan, endaði dysturin við javnleiki 25-25.
Neistin kom betur frá byrjan og var á odda 5-0, tá 5 minuttir vóru leiktir. Stjørnan fekk fóta sær, og minkaði støðugt um leiðsluna hjá Neistanum, og tá leiktir vóru 22 minuttir, var javleikur 11-11, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, meðan Neistin seinastu løtuna av fyrra hálvleiki fekk trý mál, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 14-11 til Neistan.
Tá 8 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var javnleikur 15-15, og eftir hetta skiftust liðini um at skora. Tá ein minuttur var eftir at leika, var støðan 25-23 til Stjørnuna, men Stjørnan megnaði ikki at halda leiðsluna, og eydnaðist tað Neistanum at javna í allar síðstu løtu.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Sarah S. Madsen 9, Mina S. Henriksen 6, Tóra Eliasen 4, Julia Høgnesen 2, Julia J. Lydersen 2, Brynja Høj 1 og Jancy J. Poulsen 1
