Í dag eru 40 ár liðin, síðani Jón Harald Poulsen hevði sín fyrsta arbeiðsdag hjá Klaksvíkar kommunu. Hann byrjaði 30. september 1986.
Jón Harald hevur drúgvar royndir frá kommunalum arbeiði og var í nógv ár knýttur at vegadeildini.
Í 2021 tók hann við starvi sum umsjónarfólk á mentanarøkinum. Uppgávurnar fevna um at viðlíkahalda og røkja stadionøkið, sparkivallir og spælipláss í býnum umframt skoytubreytina á Biskupstorgi.
Norðlýsið ynskir Jón Haraldi hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.
