Leygarkvøldið 19. desember verður lagt upp til eina stóra tónleikaveitslu Við Tjarnir, tá Eventz Føroyar skipar fyri Jólabrakinum 2026. Á pallinum verða John Martin, BYRTA og Eyðun & Terji, og kvøldið fer at bjóða upp á stór hitt, felagssang og dans.
Altjóða hittmakari til Føroya
Svenski sangarin og sangskrivarin John Martin hevur eina rødd, sum milliónir kring heimin kenna. Hann gjørdist av álvara kendur sum røddin á stórhittinum Don’t You Worry Child hjá Swedish House Mafia og hevur eisini sett sín dám á Reload hjá Sebastian Ingrosso og Tommy Trash.
Síðani hevur John Martin givið út egnan tónleik, eitt nú Anywhere for You, Human og Wherever You Go. Í desember kemur hann til Føroya og fer á pall Við Tjarnir.
Føroyskur elektropoppur við BYRTA
BYRTA, mannaður av Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen, hevur við sínum eyðkenda elektroniska poppljóði sett sín dám á føroyskan popptónleik.
Við fangandi løgum sum Loyndarmál og Norðlýsið hava tey ferð eftir ferð fingið áhoyrarar at syngja og dansa við. Á Jólabrakinum verður aftur høvi at uppliva BYRTA á stórum palli.
Eyðun og Terji – føroyskir klassikarar
Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava í áratíggju sett sín týðiliga dám á føroyskan tónleik. Eyðun er millum annað kendur úr Frændum, meðan Terji Rasmussen stendur aftanfyri eina røð av sangum, sum eru vorðnir partur av føroyska sangskattinum.
Tá Eyðun og Terji fara á pall saman, eru felagssangur og kend løg ein sjálvsagdur partur av upplivingini.
Atgongumerkjasølan byrjar í morgin 1. oktober
Atgongumerkjasølan til Jólabrakið 2026 byrjar í morgin 1. oktober, og fyrstu dagarnar fáast atgongumerkini fyri serprísin 350 kr. (+ avgreiðslugjald).
Tilboðið er galdandi til og við mánadagin 5. oktober á midnátt. Eftir hetta hækkar prísurin til 450 kr. (+ avgreiðslugjald).
Atgongumerki fáast til keyps á eventz.fo og tjarnir.fo.
Dyrnar lata upp kl. 22.00, og Jólabrakið heldur fram til kl. 03.00.
Strangt 20 ára aldursmark.
