Sjósalurin á KG Hotel var fullur av fólki í kvøld, tá Niclas Heri helt fyrilesturin »Virðiligt samskifti hóast ymiskleika« í sambandi við Virkið Heyst.
Við skemti og góðum søgum dugdi Niclas Heri væl at gera evnið viðkomandi fyri áhoyrararnar. Á ein lættan og jaligan hátt viðgjørdi hann, hvussu ymisk vit eru, og hvussu avbjóðandi tað kann vera at samskifta við onnur.
Faklig vitan og skemt gingu hond í hond, meðan hann lýsti ymiskleikan millum menniskju og týdningin av at samskifta við virðing.
Á einum av boðskapunum á stórskíggjanum stóð: »Tað krevur vísdóm og vilja at virða tey vit ikki skilja.«
Fyrilesturin tók umleið tveir tímar, við einum stuttum kaffisteðgi á leiðini.

