Formula skal næstu trý ár veita fleiri almennum stovnum KT-útgerð og tilhoyr. Sáttmálin kemur afturat útboðnum um teldur, sum felagið vann í september.
Formula hevur vunnið útboðið hjá Keypi Landsins um aðra KT-útgerð enn teldur.
Rammusáttmálin fevnir millum annað um Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, Fróðskaparsetur Føroya, Glasir, Landsverk og TAKS. Hann skal gera innkeypið einfaldari og tryggja stovnunum útgerð til kappingarførar treytir.
Í útboðnum eru krøv um góðsku, nýtslusemi og álítandi útgerð. Eisini verður kravt vørugoymsla í Føroyum og tænastur sum ráðgeving, uppseting og feilfinning.
– Vit eru sera takksom fyri aftur at fáa álitið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at kunna bjóða føroyskum stovnum dygdargóða KT-útgerð til somu prísir sum í Danmark og samstundis veita ráðgeving, tænastu og hjálp her heima, sigur Nikael Mortensen, søluráðgevi innan KT-útgerð hjá Formula.
Í september vann Formula eisini rammusáttmálan um teldur. Við nýggja sáttmálanum verður veitingin til almennu stovnarnar sostatt víðkað.
