Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Yrkingar lisnar upp á Kósini

Jóhann Lützen

Íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson, sum arbeiddi á Dávavirkinum í 1977, vitjaði mánadagin á Kósini saman við rithøvundinum Tórarinn Eldjarn.

Rithøvundarnir vóru í Føroyum í sambandi við 75 ára hátíðarhaldið hjá Norrøna Felagnum. Mánadagin 12. oktober gekk leiðin til Klaksvíkar at vitja fyritøkur og mentanarstovnar.

Fyrst varð leiðin løgd norð á Kósavirkið har Hanus Hansen, stjóri á JFK, tók ímóti við sínum vanliga óføra blíðskapi. Einar Már gav stjóranum eitt eintak av sínum nýggjasta yrkingarsavni.

Vitjanin vakti eisini minni frá tíðini, tá Einar Már arbeiddi fisk í Klaksvík.

Í kantinuni á Kósini lósu Tórarinn og Einar Már yrkingar upp fyri arbeiðsfólkunum. Martin Næs las tær síðan á føroyskum.

Felagsmynd á Kósavirkinum. Mynd Eyðbjørn Jacobsen