Klaksvík
4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vilja hækka pensjónirnar 1.345 krónur um mánaðin

Jóhann Lützen

Áhugabólkur Pensjónista heldur, at pensjónirnar hækka ov lítið samanborið við lønirnar. Bólkurin krevur ein nýggjan javningarleist og ein serligan kekk til tey, sum einans hava pensjón at liva av.

Pensjónshækkanin fyri 2026 eigur í minsta lagi at vera 1.345 krónur um mánaðin. Tað heldur Áhugabólkur Pensjónista, sum í einum skrivi samanber lønarhækkingar og pensjónshækkingar fyri skatt.

   Ár 2025 (kr.)  Ár 2026 (kr.)MUNUR (kr.)
Mánaðarløn Havnar Arbeiðarafelag28.15128.957806
Skrivstovufólk Starvsfelagið Bólkur 3, stig 128.356 (1/10-24)30.241 (1/10-25)1.884
Fólkapensjón +samhaldsfasti støk (gomul)15.98116.435454
Fólkapensjón + samhaldsfasti gift (gomul)13.85614.252396
Fólkapensjón + samhaldsfasti støk (nýggj)16.39816.863465
Fólkapensjón + samhaldsfasti gift (nýggj)14.06714.469402
Hægsta fyritíðarpensjón støk16.29016.732442
Hægsta fyritíðarpensjón gift13.80314.177374
Miðal fyritíðarpensjón støk13.41113.800389
Miðal fyritíðarpensjón gift11.18111.482301
Lægsta fyritíðarpensjón støk12.68313.7231.040
Lægsta fyritíðarpensjón  gift11.05911.331272

Sambært yvirlitinum hjá bólkinum hækkar mánaðarlønin hjá arbeiðarum í Havnar Arbeiðarafelag úr 28.151 upp í 28.957 krónur. Tað eru 806 krónur meira um mánaðin.

Til samanberingar hækka fólkapensjón og Samhaldsfasti tilsamans millum 396 og 465 krónur um mánaðin, alt eftir hjúnastøðu og pensjónsskipan.

Hjá fyritíðarpensjónistum eru hækkingarnar millum 272 og 442 krónur, tó við einum undantaki: Lægsta fyritíðarpensjón hjá støkum hækkar sambært yvirlitinum 1.040 krónur um mánaðin.

Áhugabólkurin heldur, at javningarleisturin frá 2021, sum landsstýrið nýtir, hvørki er rímiligur ella nøktandi.

Uppskotið um 1.345 krónur er roknað sum miðaltalið av teimum báðum lønarhækkingunum, sum bólkurin vísir til: 806 krónur hjá arbeiðarum og 1.884 krónur hjá skrivstovufólki á byrjunarstigi hjá Starvsfelagnum.

Harumframt vil Áhugabólkur Pensjónista, at tey, sum einans hava pensjón at liva av, fáa ein serligan eldra- ella pensjónskekk.

Vikuskiftis kakan
Vikuskiftis kakan