Loranstøðin gav eiðismonnum arbeiði og dró fólk og familjur til bygdina. Tað var millum evnini, tá vit fyrrapartin hittu tríggjar prátingarsamar menn á Korndalsbýlinum.
Hans Egil Joensen, Jørgin Ellingsgaard og Rodmund Magnussen vóru allir fúsir til eitt gott prát, tá Norðlýsið kom á gátt. Hans Egil og Jørgin eru eiðismenn meðan Rodmund er úr Leynum. Vit fingu kaffi og vælsmakkandi góðaráð frá fryntligu starvsfólkunum, meðan prátið kom inn á lívið á Eiði og týdningin, Loranstøðin hevði fyri bygdina.
– Amerikanararnir bjargaðu Eiði við Loranstøðini, segði Hans Egil Joensen.
Hann greiddi frá, at eiðismenn í hópatali fingu arbeiði á støðini, har teir millum annað gingu vakt. Inntøkurnar komu húsarhaldunum væl við, og partur av pengunum varð settur í Norðís, flakavirkið í bygdini.

Loranstøðin hevði eisini tørv á fólki við ymsum útbúgvingum. Familjur komu aðrastaðni frá og festu búgv á Eiði. Tey vóru við til at skapa lív og trivnað í bygdini.
Ein hugnalig løta á Korndalsbýlinum við góðum práti og minnum um eina tíð, sum setti síni spor á Eiði.

