KÍ spælir í dag móti einasta liðnum, sum higartil í ár ikki hevur fingið stig móti KÍ.
KÍ má vinna fyri at varðveita møguleikan at vinna FM, meðan B68 má fáa stig og mest sannlíkt vinna fyri at varðveita møguleikan at halda sær í deildini.
Hjá KÍ eru nógvir skaðar, men helst eru teir flestu tøkir, sum spældu móti HB seinast. Hjá B68 hevur toppskjúttin Loick Lespinasse leikbann.
Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 15.00. Dómari verður Høgni Madsen.
