Nú verða vindeyguni skift í suðurendanum á gamla Gregoriussenbygninginum, har barnatannrøktin og smíðstovan halda til.
Arbeiðið við at taka gomlu vindeyguni úr og seta nýggj í er farið í gongd.
Bygningurin hevur áður verið umrøddur í sambandi við viðlíkahald. Í januar skrivaði Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri, at umvæling var millum átøkini, sum kommunan arbeiddi við, so tað ikki skuldi leka inn í tannlæknastovurnar.

