Eg harmist um, at borgarstjórin í Klaksvík ikki sær virðið í samstarvsavtaluni millum kommununa og Norðlýsið. At lýsa hana sum „fjaldan stuðul“ gevur eftir mínum tykki eina skeiva mynd av einari politiskari raðfesting, sum kann styrkja bæði mentanarlívið, lokala kunning og nærdemokratiið.
Lat meg beinanvegin sláa fast: Eg eri blaðstjóri og eigari av Norðlýsinum. Eg havi sjálvur tikið stig til verkætlanina, og Norðlýsið hevur ein fíggjarligan áhuga í avtaluni. Tað eiga lesararnir at vita. Men okkara áhugi og áhugin hjá lokalsamfelagnum kunnu væl ganga hond í hond.
Norðlýsið hevur í meira enn hundrað ár verið við til at lýsa lívið her norðuri. Vit siga søgurnar um fólkið, arbeiðsplássini, mentanina, ítróttin og politisku avgerðirnar. Nú vilja vit menna hetta arbeiðið við lokalum útvarpi og poddvarpi, so fleiri røddir verða hoyrdar, og fleiri søgur verða sagdar.
Tað haldi eg vera eina skilagóða íløgu í lokalsamfelagið.
Nærdemokrati kemur ikki av sær sjálvum. Tað krevur, at borgarar fáa innlit í tað, sum fyriferst, og høvi at taka lut í kjakinum. Tað krevur eisini miðlar, sum eru nær fólkinum og hava áhuga fyri málunum, ið ikki altíð fáa rúm í landsmiðlunum.
Ein samrøða við eina lokala eldsál, eitt kjak um framtíðina hjá býnum ella ein frásøgn frá einum mentanartiltaki kann hava stóran týdning her, hóast hon ikki verður ein landsumfatandi tíðindasøga. Tað er júst hetta rúmið, eitt lokalt útvarp kann fylla.
Samstarvsavtalan snýr seg um, at kommunan keypir regluligar veitingar frá Norðlýsinum. Talan er millum annað um marknaðarføring av tiltøkum sum Torradøgum, Norðoyastevnu, Summarfestivalinum, Sjómannadøgunum, Virknum Vári og Heysti, Heystglóð og Norðurjólum.
Hesi tiltøk savna fólk, skapa upplivingar og kunnu draga vitjandi til býin. Tá tey verða sjónligari, kann tað eisini koma handlum, matstovum, gistingarstøðum og øðrum vinnulívi til góðar. Kommunan hevur tí ein greiðan áhuga í, at kunningin um tey røkkur út.
Virðið er eisini menniskjaligt. Tann, sum ikki sleppur oman í býin, kann fylgja við heimanífrá. Føroysk fólk uttanlands kunnu varðveita sambandið við heimstaðin. Samrøður og frásagnir kunnu varðveita lokalar søgur, sum annars hvørva við teimum, ið bera tær.
Borgarstjórin spyr, hví aðrar fyritøkur ikki eisini skulu fáa stuðul, tá Norðlýsið fær pengar. Tað er ein viðkomandi spurningur. Men hann má eisini síggjast í ljósinum av, at kommunan sambært uppskotinum fær veitingar afturfyri gjaldið.
Sum Sylvia Thomsen greiðir frá í Frihedsbrevet, fylgja krøv við avtaluni, og hon kann sigast upp, um Norðlýsið ikki veitir tað, sum kommunan rindar fyri. Tí eigur kjakið at snúgva seg um, hvørjar veitingarnar eru, hvat tær eru verdar, og hvussu tær gagna borgarunum.
Kommunan skal sjálvandi fara væl um skattapengarnar. Krøvini skulu vera greið, prísurin rímiligur og veitingarnar kunna eftirmetast. Tað eru krøv, vit eiga at taka undir við.
Somuleiðis skal redaktionella frælsið vera greitt. Ein samstarvsavtala má ongantíð keypa politiska vælvild ella frið fyri kritiskum spurningum. Norðlýsið skal kunna viðgera kommununa og borgarstjóran kritiskt, samstundis sum vit veita tær tænastur, ið eru avtalaðar. Tað er ein grundleggjandi fyritreyt fyri trúvirðinum.
Greinin hjá Frihedsbrevet vísir eisini, at ymiskar løgfrøðiligar metingar hava verið frammi. Tann ósemjan skal takast í álvara og greiðast við haldgóðum grundarlagi. Hon eigur tó ikki at forða fyri einum politiskum kjaki um, hvat vit vilja við okkara lokalsamfelagi.
Í Klaksvík hava vit siðvenju fyri sjálvi at taka tøk. Vit hava bygt feløg, fyritøkur og mentanarlív við fólki, sum hava sæð ein tørv og gjørt nakað við hann. Eitt lokalt útvarp byggir á sama vilja: at skapa nakað her, við fólki her og til gagns fyri fólkið her.
Eg eri tí fegin um, at ein meiriluti í býráðnum sá møguleikan og tók undir við samstarvinum. Eg hevði ynskt, at borgarstjórin eisini sá tað skilagóða í hesi raðfesting.
Eitt livandi lokalsamfelag hevur tørv á støðum at møtast, søgum at spegla sær í og røddum, sum verða hoyrdar. Tað vilja vit á Norðlýsinum framhaldandi vera við til at tryggja.
Jóhann Lützen, blaðstjóri
