776 næmingar ganga á Skúlatrøð í Klaksvík. Tað eru tveir fleiri enn á Skúlanum á Fløtum. Sermerkt er, at gentur og dreingir eru júst líka nógv í tali.
Á Skúlatrøð er nú størsti skúli í Føroyum, sambært hagtølunum hjá Undirvísingarstýrinum. Skúlin hevur 776 næmingar í 1. til 10. árgangi – 388 gentur og 388 dreingir. Á Skúlanum á Fløtum ganga 774 næmingar.
Skúlatrøð varð til í 2020, tá Ósaskúlin og Skúlin á Ziskatrøð løgdu saman.
Seinastu tíggju árini er íbúgvaratalið í Klaksvíkar kommunu vaksið við umleið 600 fólkum og var 1. august í ár 5.591. Næmingatalið er somuleiðis vaksið nógv.
Skúlatrøð tekur eisini ímóti næmingum úr bygdunum í Norðoyggjum, tá teir skulu í framhaldsdeild. Har gera teir kravdu skúlagongdina lidna, og summir velja eisini at halda fram í Valskúlanum, sum er 10. flokkur.
Í starvsfólkahópinum eru tilsamans 100 fólk, tá leiðsla, lærarar og námsfrøðingar verða tald við.
Kelda: Skúlatrøð og hagtøl hjá Undirvísingarstýrinum.
