Varpið var fullsett í kvøld, tá frumsýningin av heimildarfilminum um bumbuálopini á Klaksvík undir seinna heimsbardaga var á skránni. Tað gjørdist ein sterk og hugtakandi filmsuppliving.
Talan er um eitt søguligt bragd og ein heilt serligan film, sum er gjørdur í tøkum tíma. Ein film, ið varðveitir og miðlar søguna um eina svára og vandafulla tíð í Klaksvík.
Stóra tøkk eiga John William Joensen, sum eisini fekk handað blómur í kvøld, Ólavur Wolles, ið hevur hjálpt til við filminum, og Kári Sólstein, sum saman við dugnaligum sjónvarpsfólkum hevur lagt listaliga hond á verkið.
Søgugongdin er beinrakin og væl sett saman, og ljóðmyndin er framúr. Serliga sterk eru brotini, tá týsku flogførini – hesir ófrættakendu „fuglar“ – gera seg inn á Klaksvík. Sum hyggjari er tað óhugnaligt at verða tikin við á flog fram við kendum støðum á bumbuferðunum.
Hetta er eitt meistaraverk av einum heimildarfilmi, sum við stórari styrki lýsir óttan og vandan, ið kríggið hevði við sær í Klaksvík.
At sita í fullsetta Varpinum og uppliva søguna saman við so nógvum øðrum gjørdi løtuna enn sterkari.
Takk fyri!


















