Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turrur

Veðurstova Føroya

Eitt veðurtekn er um apríl, at er veðrið í fyrru helvt gott, er seinna helvt ikki góð – og øvugt. Hetta veðurteknið hevur hildið í ár, tí soleiðis sum há- og lágtrýst í Norðuratlantshavi tóku seg upp og ferðaðust, ber til at býta apríl í tvey. Nú er apríl 2026 farin um bak, og hvussu royndist hann til veður? – á Veðurstovu Føroya hava tey gjørt mánaðin upp og borið saman við hagtøl.

Byrja vit við niðurstøðuni, var apríl eitt sindur kaldari enn í miðal tey seinastu 30 árini og eitt sindur turrari. Fyrra helvt var kølið og vátt; seinna helvt lýggj og turr.

Fyrstu 20 dagarnar gingu lágtrýstini annaðhvørt í landnyrðing millum Grønland og Ísland ella tóku eina leið beint ímóti Bretlandi og steðgaðu á leiðini vestan fyri Føroyar. Brúgvaløgini fóru framvið eystur- ella norðureftir og høvdu viðhvørt nokkso nógv avfall við sær.

Ættin var næstan alla tíðina úr lágum eystri niður í sunnan og upp ímóti vestri. Luftin kom langt sunnaneftir, viðhvørt úr Norðurafrika, og hitalagið í Føroyum var oman fyri 5 stig – nakrar dagar oman fyri 10 stig. Tó var veðrið eitt sindur umleypandi fyrstu vikuna við skiftandi ættum, og tá kom hann høgt viðhvørt, og hitalagið fór niður um frostmarkið nakrar ferðir.

Lágættirnar høvdu grátt skýloft við sær, og tað vóru ikki fá brúgvaløg við regni, sum fóru framvið. Samanumtikið vóru fyrstu 20 dagarnir í apríl gráir við regni ella ælaveðri, og tað var nokkso lýtt. Tað vóru góðar løtur eisini, tá ið lágtrýstini vóru farin framvið, og vit bíðaðu eftir tí næsta, men tær vóru ikki so drúgvar.

18. apríl sóust broytingar í veðurmynstrinum. Ein hátrýstryggur stakk seg norðureftir úr Asorunum, og tað hevði gott og støðugt veður við sær til okkara. Vit lógu undir einum hátrýsti restina av mánaðinum. Yvirhøvur var veðrið gott, og tað lotaði av ymsum ættum. Í erva var klárt, og tað var ikki nógv avfall.   

Lágtrýstini – t.e. tey við vindi og regni(!) – tóku seg upp yvir Norðuramerika, sum tey plaga. Yvirhøvur var megin í teimum viknað eftir árstíðini. Hátrýstið um okkara leiðir forðaði teimum at koma hendavegin, og tey gingu tí annaðhvørt norðureftir ímóti Grønlandi ella suður ímóti Mið- og Suðurevropa.

Vindferðin

Ættin

 

Hitin

Miðalhitin í apríl var 6,7 stig – mesti og minst máldi hiti vóru 13,4  og -1,7 stig, ávikavist. Miðalhitin tey seinastu 30 árini hevur verið 5,6 stig, so apríl í ár var eitt sindur kaldari enn miðal.

Hóast eitt sindur kaldari enn klimanormalurin, var apríl í ár tann heitasti síðan 2011. Tá var miðalhitin 7,8 stig. Hitametið fyri apríl er frá 1894: 7,9 stig.

Nú vit eru farin í hagtølini at hyggja, kunnu vit taka við, at tann kaldasti apríl síðan 1875 var í 1917. Tá var miðalhitin 1,7 stig. Í nýggjari tíð vóru mars í 1995 og 2000 kaldir, 3,2 stig og 3,3 stig, ávikavist.

Avfallið

Tað regnaði 63 mm allan apríl mánað í ár. Hetta er ein fjórðingur minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini (1995 – 2025), sum er 80,3 mm. Síðan 2016 hevur tað verið turrari enn miðal í apríl.

Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta aprílmánað, var hann í 1974. Tá duttu bert 7,6 mm av regni niður. Tann vátasti var í 1946: 239 mm! – næstan 4 ferðir meiri enn í apríl í ár.