Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

EINARS 10 ára whisky walk

Jóhann Lützen

Í ár eru 10 ár liðin síðani Einars Distillery varð sett á stovn, og verður hetta hátíðarhildið við Whisky-walk fríggjakvøldið á Norðoyastevnu

 

Brellbitar, whiskysmakking, gongutúrur, hugleiðingar og tónleikainnsløg.

Túrurin byrjar í goymsluni úti í Dáva-virkinum við brellbitum og smakking. Síðani ganga vit heim á bryggjaríið til eina smakking afturat. Endað verður í Varpinum, har limir úr Klaksvíkar Hornorkestri framføra nøkur góð løg, afturvið triðju smakkingini.

Andras Sólstein, whisky-maður, verður frásøgufólk á gongutúrinum og fer m.a. at hugleiða um Klaksvíkar søgu, Føroya Bjór og Whisky.

 

Nær: Fríggjakvøldið 29.mai kl.17

Hvar: Dávavirkið – Føroya Bjór – Varpið

Kostnaður: 290 kr.

Atgongumerki: www.varpid.fo

GG: Gerið skjótt av, tí har eru avmarkaði pláss!

 

Sí filmin frá Einars Distillery