Lýsing
Lýsing

Nýggja Norðborg á veg til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.04.2009 - 10:55 Eldri tíðindi

Tað var frøði umborð, tá Jón Rasmussen endiliga kundi koma umborð við skráðsetingarskjalinum og teir kundu gera klárt at loysa frá landi í Chile.

Tað var dýrdarveður, tá hátíðarhald var umborð á nýggju Norðborg í samband við at skipið bleiv yvirtikið og kom á føroyskar hendur. Chilenska flaggið bleiv strikað, og Kristian Martin Rasmussen vant sjálvur merkið á í húnar hátt umborð á nýggja skipinum hjá P/F Hvalnes, sjálvandi bleiv eisini “Tú alfagra land mítt” sungin.

Leiðandi starvsfólk vórðu boðin til móttøku umborð og tað var Walther S. Jacobsen, sum borðreiddi við alskyns rættum.
Til stuttleika kann nevnast, at á tí eini myndini síggjast teir tríggir Jeffri Justinussen John Bjarnarson og Rólvur Sivertsen, teir hava siglt við P/F Hvalnesí umleið 120 ár tilsamans, so helst hava umstøðurnar í felagnum verið brúkiligar hjá teimum trimum.

Síðani var farið at rigga til heimferðina, hesa tíðina, skipið hevur staðið í gerð, eru mong vinarbond knýtt millum føroyingarnar og chilenar og tað var við sorgblýdni at sagt var farvæl. Skiparin gav boð um at loysa og Norðborg fór pretin frá landi.

Norðborg loysti frá bryggju í Chile umleið kl. 17.15 tann 14. apríl.
Ein heimferð uppá 25 dagar stendur fyri framman. Vit á Norðlýsinum ynskja P/F Hvalnes hjartaliga tillukku og manningini á Norðborg eina góða heimferð
Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In