Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spennandi og stuttligur harudagur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.10.2009 - 19:10 Eldri tíðindi

Mánadagin, 2. november, verður skipað fyri einum festligum felagstiltaki í Klaksvík.

Tiltakið, ið ber heiti “ Harudagur”, er sprottið úr tí føroyska mentunararvinum, nevniliga fyrsta harudegi ,tá loyvt er at skjóta haru.
Dagurin verður hildin við nógvum og spennandi tiltøkum, øll við tí eina felagsevninum “harudagur”. Meiningin við einum tílíkum degi er at koma saman og hava tað stuttligt, ella eisini at fáa eina meirvitan um føroysku haruna.
Dagurin byrjar við at allir dagstovnarnir í Klaksvík fara í felagsskrúðgongu niðan á vøllin, har skipað verður fyri felagssangi við ymsum harusangum. Kendar og minni kendar harur verða eisini at finna ímillum allar hinar fittu harurnar.
Bakaríið hjá Jórun kemur at borðreiða við leskiligari harumenu, og eisini verður harukafé allan dagin.
Verkstaðið á Brekku hevur seymað nøkur harufløgg, ið verða at síggja runt um í býnum. Sølubúðin hjá Verkstaðnum á Brekku er eisini opin við hópin av vøkrum gávulutum.
Seinni um dagin verður skipað fyri haruskattajakt fyri børn í skúlaaldri, tvs teim yngru flokkunum, og fáa allir bólkarnir, ið luttaka, vinningar. Børnini møta úti á Dávavirkinum.
Um 3-tíðina verður so ein stuttlig hugnaløta niðanfyri býráðshúsið, har býráðslimir fara at kappast um at leypa longsta harulop. Kaffi verður at fáa, eins og harutónleikur verður at hoyra.
Húsið fer eisini at hava nógv ymisk og stuttlig tiltøk umframt haruting/ítriv inni í húsinum. Milum annað fara tey at stoypa sjokalátaharur
Aftaná nátturða, kl.19, verður sera áhugaverd filmssýning í Atlantis. Vístur verður filmurin “Haruveiða í felag”, ið snýr seg um haruveiðu í Suðuroy, sum er nakað ørvísi enn aðrastaðni í landinum..
Eftir filmin verður so áhugaverdur fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni, har Jákup Isaksen fer at greiða frá haruveiðu í Norðoyggjum.
Seinni um kvøldið verður so harukonsert í Húsinum, ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tiltakið er fyrireika av:
Norðoya Kunningarstovu, Húsinum, Klaksvíkar Bókasavni , Atlantis, Norðoya Fornminnasavni og Klaksvíkar Svimjihøll
Stuðla tiltakinum hava: Kjølbro Heilsøla, Norðoya Sparikassi og Føroya Banki
Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…