Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat ger uttanríkisráðið fyri Skálaberg

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.12.2009 - 23:40 Eldri tíðindi

Skálaberg liggur svínabundin sum gísli í Murmansk við 38 monnum umborð.

John Johannessen,
form. uttanlandsnevndini

Men føroyskir myndugleikar hava gjørt alt ov lítið, so støðan kann verða greidd, sigur ein ógvuliga ónøgdur Hanus Hansen, reiðari, í Degi og Viku hóskvøldið 3. desember.

Hetta er ikki sørt ørkymlandi at fáa at vita, tá vit hava eitt heilt Uttanríkisráð og ein fultíðar landsstýrismann í uttanríkismálum at taka sær júst av slíkum uppgávum.

Í sama innslagi fáa vit at vita, at Fiskimálaráðið og danska Uttanríkisráðið hava roynt at samskift við russar um støðuna. Men vit hoyra púrt onki um nakran leiklut hjá føroyska uttanríkisráðnum. Tvørturímóti hoyra vit, at danska uttanríkisráðið er inni í málinum.

Hetta undrar uppaftur meira. Vit hoyra jú dagliga umvegis tíðindaskriv frá ráðnum sjálvum, um hvussu ómetaliga stóran týdning og leiklut føroyska Uttanríkisráðið hevur.

Uttanríkisráðið er eftirhondini eisini vorðið ein rættiliga stórur postur á landsins fíggjarlóg við eini játtan fyri 2009 uppá 47,2 mió. krónur og eini umbøn um 50,2 mió. fyri 2010.

Tískil hevði eg satt at siga væntað, at vit í innslagnum í Degi og Viku hóskvøldið fóru at hoyra eina sólkinssøgu um, at Uttanríkisráðið hevði gjørt eitt stórt og gott arbeiði fyri teir 38 menninar umborð á Skálabergi og sjálvsagt eisini fyri reiðaríðið hjá Skálabergi, nú skipið liggur afturhildið í Murmansk orsakað av einari umsitingarligari misskiljing.

Vónandi er tað eisini ein misskiljing, tá vit ikki hoyra um nakran leiklut frá Uttanríkisráðnum. Um so er, hevði verið ógvuliga gott, um landsstýrismaðurin á økinum kundi greitt almenninginum frá føroyska leiklutinum, so skattgjaldarin ikki óneyðugt gongur og illneitast inn á føroyska Uttanríkisráðið.

Sjálvur fari eg beinan vegin at senda landsstýrismanninum í uttanríkismálum ein sokallaðan grein 52a fyrispurning við áheitan um at greiða frá leiklutinum hjá Uttanríkisráðnum í hesum máli.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum
SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð
Kári Sverrisson heingir eitt ljótt, ljót…
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…