Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fjølmentanarfamiljulegan vendur aftur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.08.2025 - 12:45 Tíðindaskriv

Eftir eitt ára steðg, vendur sera vælumtókta fjølmentanarfamiljulegan hjá Reyða Krossi aftur. Familjulegan savnar familjur úr øllum heiminum, sum búgva í Føroyum. Legan verður hildin í Nesvík í døgunum 10.-12. oktober 2025

 

Í tí sambandi sóknast sjálvbodna leguleiðslan eftir fólki at hjálpa til sum sjálvboðin á leguni, og sostatt vera við til at skapa eina trygga, stuttliga og inkluderandi legu.

Sjálvboðin fáa bjóðað skeið í sálarligari fyrstuhjálp, møguleika at taka kropsligt fyrstuhjálparskeið, umframt at fáa innlit í og gerast partur av heimsins størsta hjálparfelagsskapi, har dentur er lagdur á trivnaða, menning og góðan felagsskap.

Á leguni sjálvari kanst tú vænta tær nógvar góðar upplivingar, prát og virksemi, og sjálvsagt at koma í samband við og vera um fittu familjurnar og hini sjálvbodnu, ið eins og tú vilja gera ein mun.

Sjálvbodna leguleiðslan er komin væl ávegis við fyrireikingunum, tó so eru góðir møguleikar at geva sítt íkast til virksemi.

Á leguni hjálpa millum 20-30 sjálvboðin til og áleið 100 vaksin og børn við ymsum bakgrundum luttaka. 

Til ber at lesa nærri um leguna og at tekna seg sum sjálvboðin á redcross.fo/intercultural.

Tekningin fyri familjur við tilflytara- og flóttafólkabakgrund letur skjótt upp – fylg við á sosialu miðlunum og á heimasíðuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum
SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð
Kári Sverrisson heingir eitt ljótt, ljót…
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…