Lýsing
Lýsing
Ferðslan á summarfestivalinum 2025
Summarfestivalurin stendur aftur fyri durum, og Klaksvikin ger til reiðar til enn ein fantastiskan festival. Eins og onnur ár verður ferðslan kring miðbýarøkið umskipað í samband við festivalin
Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna mánadagin 4. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 11. august.
Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki.
Klaksvíkar kommuna heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni, og ynskir somuleiðis øllum ein góðan Summarfestival.
Ferðslukortið sæst her: Ferðslan á Summarfestivalinum 2025
Seinastu tíðindini