Lýsing
Lýsing
Lýsing

Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2025 - 10:30 Mentan Tíðindi

Hon er eitt tað heitasta navnið í donskum popptónleiki, hon hevur verið á fyrstu konsertferðini í Europa, og nú kemur hon á Summar Festivalin at framføra. 

 

Brimheim kann vera trupul at seta í bás tónleikaliga, men púra vist er, at hon er ein óvanliga dugnalig songkvinna og sangskrivari. Hon hevur skrivað nýskapandi poppsangir og hevur vunnið hjørtuni á bæði fólki og ummælarum. 

Hon hevur ferð eftir ferð verið tilnevnd týðandi virðislønir og hevur vunnið fleiri teirra. Ummælini av útgávum hennara hava verið sum satt stjørnuregn, og á palli er hon framúrskarandi. 

Helena Heinesen Rebensdorff hevur føroyska mammu og hevur tætt samband við Føroyar og føroyska mentan, hóast hon í stóran mun hevur búð og virkað tónleikaliga í og úr Danmark.


– Føroyska mentanin hevur formað meg nógv sum listafólk og menniskjað, og eg eri altíð so inspirerað, tá ið eg eri í Føroyum. Mamma er her í Føroyum, og eg havi familju og nógv vinfólk, so eg royni at koma her so ofta, sum eg kann, sigur Brimheim.

Leygarkvøldið hevur Brimheim konsert saman við bólki sínum á stóra palli á Summar Festivalinum.

Her ber til at síggja video-samrøðu við Brimheim:

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum
SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð
Kári Sverrisson heingir eitt ljótt, ljót…
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…