Lýsing
Lýsing

Føroyingar eru fínir

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  27.11.2017 - 15:24 Bloggur Tíðindi

Ella eru teir? At venja føroyingar av við at halda, at tað er í lagi at vera í cowboybuksum og hvítum tennishosum til eina veitslu ella brúdleyp, tykist ganga striltið. Flestu mannligir føroyingar vilja bókstaviliga kvalast av tankanum um at knappa ovasta skjúrtuknappin, og tað at binda slipsaknút er heldur ikki hvørs mans føri í dag. Treyðugt so, batar eru at hóma, tá tað kemur til klædnabúnan.

Munandi verri er við kørmunum. Tá man skrivar seg upp til gallaveitslu, verða tankarnir leddir til silkiserviettar, tænarar í hvítum handskum, Michelinkokkar og borðdamur í stívasta pussi. Nú, 1 út av 4 er kanska ikki so galið, men tað er bert tilvenjing sum ger, at antiklimaksið ikki er so stórt, tá man møtir upp í eini ítróttarhøll, har dekkað er upp við papptallerkum og einnýtisíløtum, og ein heksaketil av eini grýtu verður sendur runt at oysa mexicanskan grýturætt frá Toro upp av.

Gloym eisini alt um ein pianist í kjóla og hvítum og strúkarar at spæla undir borðhaldinum. Nei, verturin hevur kopierað eitt sanghefti frá einum silvurbrúdleypi í 1990’unum, sum inniheldur allar klassikarnar. Upp og niður til Motións-Rasmus, og síðani at vagga til Sildavalsin, Niklas hjá Pena, Í góðum veðri hann dyrgdi og Føgru blómu. Sum øll forrestin duga uttanat, so sangheftið er sum so ikki neyðugt kortini.

Barrin hevur heldur ikki høgar stólar og serverar aperitifs í Martinigløsum, sum man kanska kundi roknað við. Nei, hon er eitt lágt spísiborð við ølkassum undir, sum fermi bartendarin oysir upp frá. Í plastikkbikør, sjálvandi. Tað er heldur ikki neyðugt at hava eina væl útgjørda barr, tá nú flestu bagagurúmini uttanfyri longu hava eitt størri úrval. So kunnu fólk sníkja seg út, tá ein sum júst hevur kunngjørt, at “Nú eri eg ongin røðari” fer í holt við at prógva, at tað er so satt, sum tað varð sagt.

Men tá alt kemur til alt, so er tað kanska ikki so løgið. Vit eru ein fiskivinnutjóð, og flestu okkara eru av bóndaætt. At seta eitt turt tjógv beinleiðis á borðið til gestirnar sjálvar at karva sær flísar av, liggur í okkara uppaling. Og av royndum vita vit, at grindaboð kann verða rópt hvørja løtu, so tað loysir seg ikki so væl at vera í klæðum, ið illa tola blóð.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…