Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini | Mynd: tjodveldi.fo

Bjørt Samuelsen: Fiskivinnuálitið lagt fyri tingið í morgin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2017 - 21:40 Politikkur Tíðindi Vinna

Forkvinnan í Vinnunevndini váttar fyri Kringvarpinum í dag at álitið um fiskivinnunýskipanina verður lagt fyri tingið í morgin

- Samgonguumboðini í Vinnunevndini arbeiða í dag við at leggja allarsíðstu hond á álitið og so vænta vit at fáa undirtøku fyri tí, sigur Bjørt Samuelsen í samrøðu við Kringvarpið í dag. 

Bjørt Samuelsen vildi ikki gera viðmerkingar til hvørjar broytingar eru gjørdar í álitinum fyri at finna semju. Øll í samgonguni hava roynt at fáa hetta málið á mál, og tað vóni eg fer at eydnast, sigur Bjørt Samuelsen

Stóri spurningurin er luturin, ið skal á uppboðssølu. Sum Norðlýsið skilir er samgongan lend á einum tali, har uppboðssølan verður 15% av pelagiska tilfeinginum og tilfeinginum í barentshavinum, men har luturin hjá onkrum fiskaslagi er á 25%. 

Vinnunevndarfundur er í morgin kl. 09.00 og tingfundur er kl. 10.00. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…