Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teir byggja heimsins størstu smoltstøð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.12.2017 - 11:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í vikuni sum fór, var Norðlýsið við, tá ymsu arbeiðistakararnir hjá Bakkafrost vóru á byggifundi saman við arbeiðisgevaranum. T.e. vit vóru sjálvandi ikki við á sjálvum fundinum, men á gjøgnumgongdini ígjøgnum stóru smoltstøðina á Strond, saman við millum øðrum Regin Jacobsen frá Bakkafrost, Jón Sigurðsson frá Articon og Bári Árnasyni  frá AQS.

108 fólk eru í løtuni í arbeiði á Strond við Haraldssund. Verkætlanin, ella smoltstøðin er ætlað at kosta umleið 700 milliónir krónur, tá hon stendur liðug og er farin í gongd.

Ætlanin við hesum ótrúliga bygningsverki, sum er tað størsta her á landi er, at smoltstøðin skal gera alingina av laksi tryggari. Í 2015 aldi Bakkafrost smolt, sum vóru 100 gram til støddar, tá tey fóru út í aliringarnar í Norðoyggjum og aðrastaðni, seinni broyttu tey mannagongd og aldu smoltini til 140 gram á smoltstøðunum.

Ein kollvelting av aling

Nú er ætlanin, at smoltstøðin á Strond skal at kalla kollvelta føroysku alingina, við tað at hendan risa smoltstøðin skal hava laksin inni á støðini nógv longur, ella til hann vigar um 500 gram áðrenn hann verður settur út í ringarnar á firðum og sundum.

At støddin á smoltunum nú skal økjast fimm ferðir, setir sjálvandi stór krøv til smoltstøðina. Málið er, at framleiða 14 milliónir smolt um árið, sum viga um 500 gram áðrenn tey fara út, so her krevst eyðvitað pláss.

Heimsins størsta

Alistøðin á Strond verður 315 metrar long og um 80 metrar breið. Inni eru 29.000 rúmmetrar av kørum um at vera stoyptir. Til sammetingar kann nevnast, at smoltstøðin á Strond fer at hava 7000 rúmmetrar av kørum fleiri enn allar hinar smoltstøðirnar hjá Bakkafrost hava tilsamans.

10 framleiðslueindir

Hendan heimsins størsta smoltstøðin er býtt upp í 10 framleiðslueindir, soleiðis at rognini verða løgd til klekingar í fyrstu eindini, ið er sunnasti endi av støðini og síðani verður smoltið flutt norður eftir í hinar 9 framleiðslueindir so hvørt tey eru vaksin frá eindini tey hava verið í.

Tá so smoltini eru komin upp á 500 gram í eind nr. 10, verða tey flutt út í brunnbátar gjøgnum rør, ið liggja beinleiðis úr kørunum og í brunnin á bátinum. Báturin siglir so smoltini til ringarnar har smoltini síðani skulu vaksa seg liðug til slakt.

Stytt tíð hjá laksinum á sjónum

At smoltini nú verða ald á støðini frá 0-500 gram í staðin fyri sum fyrr frá 0 til 140 gram, fer at hava við sær, at tíðin frá 0 til 500 gram óivað verður stytt, tí serstakliga um veturin tá sjógvurin er kaldur vaksa 140 gram smoltini sera spakuliga.

Størsti fyrimunurin við nýggju smoltstøðini er tó at alitíðin á sjónum verður munandi stytt. Afturat at Bakkafrost nú hevur neyvari eftirlit við smoltunum til tey viga hálvt kilo, blívur vandin fyri sjúkum og lúsaplágum munandi minni á sjónum.

Seta títtari út

Tíðin á sjónum verður nú stytt úr 18 mánaðum og til 12 mánaðar. Roknað verður við, at tað at tíðin á sjónum verður stytt við hálvum ári, eisini fer at hava við sær, at aliøkini, har ringarnir liggja fer at vera munandi minni troytta og tí fer helst at bera til at stytta um tíðina har økið skal liggja brak. Skuldi so verið, at tað ikki ber til, so fer í hvussu so er at vera eitt hálvt ár styttri ímillum, at laksur kann setast út í sama øki.

Eitt “Akvarium”

Smoltstøðin á Strond verður ikki bert klekistøð og alistøð. Hugsað er eisini um almenningin í hesum risa projekti.

Móttøku og umsitingarhøli verða í syðra enda á smoltstøðini og har verða eisini møguleikar at taka ímóti skúlaflokkum og bólkum av áhugaðum annars. Góðar umstøður verða til fyrilestrar og framvísingar av øllum, ið hevur við laks og laksaaling at gera. Harumframt verður møguleiki fyri at ganga í eini gongd omanfyri alikørini, soleiðis at vitjandi kunnu síggja hvat fyriferðst í øllum 10 alieindunum á støðini líka frá tí at eggini verða klakt og til fiskurin fer út sum 500 gram “laksur”.

Gingið væl

Tað er Articon, sum hevur høvuðsenterprisuna á Strond og sambært Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, hevur arbeiðið higartil gingið sera væl í hond. Vit eru eitt lítið sindur styttri komnir, enn vit upprunaliga ætlaðu, men tað er av nátúrligum orsøkum. Afturat Artikon hevur AQS ábyrgdina av vatnreinsiskipanini.

Vatnreinsiskipanin á Strond er eisini ein sera fløkt og torskild skipan, men í hvuðsheitinum, so fer biofilturskipanin at megna, at støðin fer at endurnýta omanfyri 99% av vatninum. Hetta hevur við sær at virkið hevur fyri neyðini, at vatnið skal avkølast áður enn tað verður endurnýtt og til avkølingina skal sjógvur úr Haraldsundi brúkast.

20 kilometara av flutningsrørum

Umframt Vatnreinsiskipanina, so leggur Articon umleið 20 kilometrar av flutningsrørum meginparturin undir gólvunum í Smoltstøðini. Tá vit vóru við á gjøgnumgongdini av byggiplássinum hendan dagin, sýntist Regin Jacobsen stjóri vera sera fokuseraður upp á hesi um hálvan metur víðu rørini. Ansast skal eftir at onki skursl er innani rørunum, og at samankomingar og bendingar eru sløtt sum barnarumpur, tí laksurin má fyri alt í verðini ikki fáa skaða av at vera førdur ígjøgnum tey, tí tá hesi eru stoypt undir gólv og kør á Smoltstøðini, verður tað ikki bara sum at siga tað at koma aftur til feilir í rørunum at rætta skeivleikar.

Hálvur bygningur komin upp

Umleið helvtin av sjálvum bygninginum á Strond hjá Bakkafrost er komin upp at standa og Articon fæst við norðasta hálvuna. Men sunnari parturin er ov mikið væl komin áleiðis, at roknað verður við at fyrstu rognini koma á støðina áðrenn Ólavsøku í komandi ári. Í Norðara enda eru teir við at stoypa tey seinastu kørini, ímeðan norðanfyri smoltstøðina eru teir við at gera ein bygning upp á umleið 1000 fermetrar, har afvallið frá alingini á støðina skal savnast. Hvat síðani skal gerast við tað er ikki fastlagt enn, men kanna verður í løtuni um biogass skal framleiðast úr hesum tilfari.

Neyðstreymur

Tað sum smoltstøðin skal arbeiða við er sjálvandi livandi fiskur. Livandi fiskarnir á støðini hava sjálvandi orkur fyri neyðini til eitt nú at halda iltini í vatninum við líka, at reinsa vatnið og at halda tað heitt.

Fiskurin er sera viðbrekin, tí hann er stúvaður saman í kør, so um el-skipanin skuldi steðga, so ganga ikki nógvir minuttir til fiskurin doyr.

At tryggja sær ímóti eini slíkari vanlukku, byggir Articon eisini ein bygning niðanfyri smoltstøðina, har neyðastreymsveitingin skal halda til. Hetta er eitt stórt elverk, sum verður umleið 9 MW (MegaWatt), ella umleið tvey MW størri enn elverkið á Strond.

Einki er at taka seg aftur í, at smoltstøðin á Strond verður ein kollvelting í føroyskari alisøgu. 

Sí fleiri myndir niðanfyri. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…