Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnunýskipanin – ein kabinettspurningur

SKRIVAÐ: Ragnar Joensen, samfelagsfrøðingur  |  07.12.2017 - 18:16 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Í november gjørdi Fynd eina veljarakanning fyri Norðlýsið. Í henni sást, at knapt 60 % av teimum spurdu søgdu, at løgmaður eigur at útskriva nýval nú. Hóast nógv stendur á samgonguni, og rumblið av fiskivinnunýskipanini annars, er nú so langt útliðið, at eitt nýval ikki er sannlíkt beint nú, men ikki óhugsandi í januar ella februar.

Harafturat skal havast í huga, at um slit var nú, og løgmaður ella løgtingið útskivaðu val, so eru tíðarfreistirnar ásettar soleiðis, at løgmaður skal áseta valdagin við í minsta lagi 4 viku freist og í mesta lagi 5 viku freist. Hesar freistir hava ta avleiðing, at um val verður útskrivað nú, verður valið ikki fyrr enn í januar.

Málið um fiskivinnunýskipanina hevur verið stóra framhaldssøgan í ár. Viðgerðin hevur vigað nógv í kjakinum og í politisku skipanini í skjótt eitt ár. So nógv, at fleiri onnur trupul mál liggja og bíða.

Ofta verður sagt at ein samgonga skal fremja tey sonevndu truplu málini tíðliga í einum valskeiði. Verandi valskeið er nú meira enn hálvrunnið, men enn manglar samgongan at fremja lovaðu nýskipaninar. Fiskivinnunýskipanin er komin til 2. viðgerð, men ivamál er um semja er í samgonguni. Verandi fiskivinnuskipan gongur út 01.01.18, og trýstið er nú á øllum pørtum av samgonguni.

Um semja ikki finst fyri fiskivinnunýskipanini fyri jól, so er stóri spurningurin um samgongan ikki má geva skarvin yvir. Tí er fiskivinnunýskipanin at meta sum ein kabinettspurningur. Ein kabinetspurningur er eitt politiskt mál har ein stjórn frammanundan hevur boðað frá, at um ikki málið verður samtykt, so leggur hon frá sær og/ella skrivar út nýval.

Samgongan hevur nú sitið í góð tvey ár, og ein grundleggjandi nýskipan av fiskivinnuni er nevnd sum eitt av høvuðsmálunum í samgonguskjalinum. Hvørki løgmaður ella landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava rópt málið fyri ein kabinettspurning, men spurningurin er um tað ikki er júst við hesum uppskotinum at vit fáa at síggja um samgongan megnar at halda, ella um hon slitnar. Verður fiskivinnunýskipanin samtykt, so verður samgongan helst sitandi valskeiðið út. Fellur uppskotið við 2.viðgerð fríggjadagin, ella við 3.viðgerð, so er ikki óhugsandi at samgongan leggur frá sær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap