Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: setur.fo

 4.234 Harur skotnar í 2017

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.01.2018 - 16:22 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Hetta er 44% mein enn í 2016, tá teir fingu 2.950 harur. Hetta vísir ein fyribils uppgerð, sum var gjørd, 4. januar. Eisini túratalið er nakað hægri fjør. Higartil eru skrásettir 468 túrar fyri 2017, móti 451 árið fyri. Úrslitið fyri 2017 er tó ikki tað endaliga, tí enn koma tøl inn.

Skálatoftahagi bestur 

Raskastir at skjóta í 2017 vóru teir í Skálatoftahaga, sum liggur á eystursíðuni, norðarlaga á Borðoynni, og hoyrir til gomlu markatalsbygdina Skálatoftir. Teir skutu tilsamans 280 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í Neshaga í Vestmanna, við 172 harum á 14 túrum. Á triðja  plássi eru harumenninir, sum hava skotið í Norðurtriðingi, Norðaripartur í Sørvági, eisini nevndur Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna. Teir fingu 146 harur, sum teir skutu á 10 túrum.

Úrslitini eru tó bara fyribils, tí enn koma tøl inn, og tá øll tølini eru skrásett, man samlaða talið fara at nærkast teimum 5.000 harunum.

Úrslitini frá teimum einstøku harutúrunum kring landi og samanteljingar síggjast á heimasíðuni “Haran.fo”.

 

Enn mangla fleiri tøl 

Enn eru tó fleiri harumenn, sum ikki hava skrásett veiðuna. Eg fari tí at heita á teir, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2017.

Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen ) á tel 26 58 31

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…