Lýsing
Lýsing
Frammi við Gjónna | Mynd: KEVigda

KOKS frammi við Gjónna

SKRIVAÐ: koks.fo  |  22.01.2018 - 08:28 Tíðindaskriv Vinna

Komandi árið fer matstovan KOKS at húsast í tiltiknu húsunum frammi við Gjónna við Leynavatn. Samtakið Betri eigur húsini men hevur gjørt avtalu við Gist & Vist um at brúka húsini til matstovuna. „KOKS umboðar tað besta innan matstovuvinnuna í Føroyum. Ferðavinnan hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, og vit eru tí sera fegin um at kunnu stuðla henni við at læna húsið út til hetta spennandi endamálið“, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banki.

Hvussu gamal garðurin frammi við Gjónna er, er ikki vist, men vit hava søguligar keldur um búfólk har heilt aftur til 1740. Húsini er eitt gott dømi um ein føroyskan bóndagarð, har húsfólkið búði í grótlaðaðum, flagtaktum húsi við roykstovu, fjósi og smiðju og livdu av seyðahaldi. Húsini eru tí frálíkur karmur um virksemið hjá KOKS, ið leggur dent á tann føroyska smakkin – at fáa smakk og anga úr føroyska landslagnum at sameinast í matinum.

Búreisingarnar við Gjónna eru tó óvanligar við tað, at tær liggja ikki við sjógv men hava alla tíð verið eitt fjarskotið einbýli. Koyrandi er ikki í vanligum bili til húsið frammi við Gjónna, og KOKS ætlar tí, at koyritúrurin eftir Oyggjarvegnum, yvir um ánna við Leynavatn og eftir sandinum verður ein partur av upplivingini. „Hetta verður ein partur av heildarupplivingini, sum vit bjóða gestunum. Matur og náttúra í senn“, sigur sigur Karin Visth, leiðari á KOKS, sum fegnast um samstarvið.

Sum vera man er ongin ídnaðarkøkur í gomlu húsunum, so KOKS fær ein køk á hjólum førdan niðan til húsini, so til ber at borðreiða við somu høgu góðsku, sum bleiv víða gitin, tá KOKS var í Kirkjubø, í Keypmannahavn og í Havn.

KOKS letur upp frammi við Gjónna í apríl 2018. Bíleggingar kunnu gerast frá 1. februar á koks.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In